Tíðindi

Námsvísindadeildin og politiski myndugleikin eiga at taka gransking í skúlaskapi í álvara

Hvørki politiski myndugleikin ella Fróðskaparsetrið taka læraraútbúgvingina og gransking í skúlaskapi í nóg stórum álvara. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

02-09-2021

Tað undrar als ikki formannin í Føroya Lærarafelags, at so lítið verður granskað í skúlaskapi og útbúgvingarviðurskiftum í Føroyum. Tey, sum kunnu hugsast at granska í hesum viðurskiftum, hava ikki tíð og umstøður at granska sum part av sínum starvi. Hesi eru natúrliga námslektarar og tey, sum undirvísa á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

- Tá ið læraraútbúgvingin varð løgd undir Fróðskaparsetrið fyri 13 árum síðan, var ætlanin, at tey, sum undirvísa har, skulu granska sum part av sínum arbeiði, so at læraraútbúgvingin eisini kundi byggja á dagførda gransking í føroyska fólkaskúlanum. Veruleikin er bara, at tey, ið eru í starvi á Námsvísindadeildini, undirvísa so nógv, at tað ikki er rúm fyri gransking í starvinum. Harumframt ger tað seg galdandi, at talið av starvsfólki í føstum starvi á Námsvísindadeildini er minkað og er nú so lítið; og tað eru hesi, sum eiga at granska. Tí er tað ikki so løgið, at tað er so lítið av gransking í skúlaskapi og útbúgvingarviðurskiftum í Føroyum.

Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at Fróðskaparsetrið eigur at taka í álvara, at tey hava fingið ábyrgdina av læraraútbúgvingini og harvið eisini, at tað verður granskað í skúlaskapi og útbúgvingarviðurskiftum.

- Upprunaliga ætlanin var, at læraraútbúgvingin í stóran skal byggja á gransking í okkara egnu viðurskiftum. Námsvísindadeildin hevur fingið ein týdningarmikla uppgávu, nevniliga at taka sær av at útbúgva lærarar til okkara fólkaskúla. Uppi í hesi uppgávuni hongur uppgávan at granska í føroyskum skúlaviðurskiftum. Tað eiga at vera fleiri fólk við granskingarførleika í námsvísindum í føstum starvi á Námsvísindadeildini, sum bara hava við læraraútbúgvingina at gera, og hesi eiga at hava sum størri part av sínum arbeiði at granska í fólkaskúlanum.

Læraraútbúgvingin í Føroyum hevur 150 ár á baki; tað hevur verið frammi, at Námsvísindadeildin kundi fingið ein professara í føðingardagsgávu frá almennu Føroyum.

- Tað skulu pengar til, um ein professari skal setast, og sum eg skilji, so finnast teir ikki í verandi játtan. Almennu Føroyar kundu givið Lærarafelagnum, sum verður 125 ár um tvey ár, ein professara í námsvísindum til Námsvísindadeildina í føðingardagsgávu. Hesin professarin átti at skapt nógva gransking í kjalarvørrinum á tí; tað hava vit sæð er farið fram á øðrum deildum á Setrinum, sum hava fingið ein professara.

Fyri trimum vikum síðan kunngjørdi Granskingarráðið, hvørjar verkætlanir fáa granskingarstuðul. Eingin av verkætlanunum er innan útbúgvingarverkið og skúlaskap. Sum heild fær Granskingarráðið fáar umsóknir, sum taka støði í undirvísing og læring í fólkaskúlanum. Gransking, sum fer fram innan onnur øki, hevur stóran týdning fyri menningina á økinum. Jacob Eli S. Olsen sigur, at menningin av fólkaskúlanum kemur úr ymsum heraðshornum.

- Ein partur av menningini av fólkaskúlanum eigur at koma frá akademiskari gransking og ein frá teimum, sum eru til arbeiðis hvønn einasta dag í fólkaskúlanum og sum hóast trongar umstøður geva sær tíð og umstøður at menna seg og fólkaskúlan. Men tað er eisini ein veruleiki, at meiri sperdir lærarar og undirvísarar á Námsvísindadeildini  eru, minni rúm er fyri menning. Lærarar í dag undirvísa 28 tímar um vikuna samanborið við 26,5 tímar fyri 25 árum síðan; um somu tíð er skúlin vorðin nógv meiri samansettur, og arbeiðið hjá læraranum somuleiðis, og lærarauppgávan er vaksin  nógv við fleiri samansettum uppgávum. Umstøðurnar at virka fyri menning av fólkaskúlanum eru tí ikki góðar hjá lærarunum, sum arbeiða í skúlanum hvønn dag. Lærarar eiga at vera við í teimum granskingarverkætlanum, sum fara fram í fólkaskúlanum í skipaðum samspæli ella samstarvi. Tað eru nógvir møguleikar at byggja hetta samstarv upp millum lærarar og granskarar, men tað krevur at arbeiðstíð, og at arbeiðsorka verður sett av til hetta.

Nógv menning fer fram við at eldhugað fólk fara til verka. Eitt gott dømi heldur Jacob Eli S. Olsen vera skeiðið um lesing og lesivanar, sum var mánadagin í farnu viku. Lesivegleiðarar og lærarar høvdu av sínum eintingum týtt og tillagað tilfar at brúka henda dagin.

- Tað hendir ein rúgva, ikki minst, har eldsálir eru, men vit mugu kveikja tað, sum ber til, og geva tí møguleikar at sleppa at arbeiða og mennast, so tað kann geras ein sjálvsagdur partur gerandisdegnum í fólkaskúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.