Tíðindi


Nám X í kolinum í Hvalba

Nám X í Havn hevur verið í Suðuroynni, og næmingarnir eru ógvuliga hugtiknir av hesi vøkru og øðrvísi oynni, tí kol er bara í Suðuroynni, og Nám X hevur bókstavliga verið á kolinum í Hvalba

25. mai 2018

Anna Louisa Joensen, serlærari á náttúrubreytini hjá Námi X og Evald Rasmussen, lærari á sjóvinnubreytini hjá Námi X førdu sínar ágrýtnu næmingar suður við Smyrli mikudagin 16. mai, og dagin eftir, hósdagin 17. mai, rannsakaðu tey Suðuroynna. Eisini hesaferð hjálpti Anna Louisa Evaldi á sjóvinnubreytini, og Evald hjálpti Annu Louisu á náttúrubreytini. Tey bæði samstarva javnan í hesum høpi

   Tað, tey fingu burturúr, var rætt og slætt BINGO!

   Tað var náttúrubreytin hjá Námi X burturav, sum fór henda túrin til Suðuroyar saman við Annu Louisu.

   Uppgávan við túrinum var – sum navnið á breytini sigur – at uppliva og vera í náttúruni so nógv sum møguligt.

   - Tað er sjálvandi av teori onkrar dagar, men meiningin við hesum túrinum var at síggja tey serligu geologisku fyribrygdini, sum eru í Suðuroynni, sigur Evald Rasmussen, sum er úr bóndabygdini Ørðavík.

   Hann sipar millum annað til súlugrótið oman fyri Hov og Froðba og so kolið í Hvalba og annars at síggja og uppliva oynna.

   - Altso, nógv av teimum høvdu ongantíð verið í Suðuroynni, og sum onkur segði: Okur truffu ein sovorðnan fagran dag, at einir tveir næmingar søgdu: "Higar koma vit aftur!"

   Tey vóru á øllum eiðunum í Suðuroynni. Av teimum eru tey kendastu Vágseiðið og Hvalbiareiði ella Fiskieiði, sum tað eisini verður rópt. Tey vóru eisini í Sigmundsgjógv í Sandvík. Allastaðni har er lutfalsliga lætt at koma til, og tað er ørandi vakurt at síggja bjørgini vestanfyri. Oyggin er mjá og vágskorin, og tí er øll henda veldiga náttúran so óvanliga nær við.

   - Men okur sluppu ikki niðan á Beinisvørð, har var tjúkt tann dagin.

   Men í Hvalba er ein kolamina eftir, sum Roynds Kolasøla í Hvalba brúkar enn. Ein næmingur á Námi X, 17 ára gamli nólsoyingurin, Pól Tórgeir Búgvason Jacobsen, var í fjør í praktikk í 14 dagar á kolinum í Hvalba. Honum dámdi hetta nakað so ótrúliga væl, at hann javnan hevur samband við kolamenninar, sum hann arbeiddi saman við har. Júst henda dagin, sum Nám X'ararnir vóru á kolinum í Hvalba, var ein av álitismonnunum farin til Havnar í ørindum. Pól Tórgeir, sum veit, hvar lyklarnir til námið eru, setti seg í samband við mannin. Tað, sum hendi, var, at tað varð litið Pól Tórgeiri upp í hendi at skipa fyri. Hann avgeiddi sambært Evaldi uppgávuna fyrimyndarliga. Kolamenninir brúka framvegis karbidlampur í náminum, so Pól Tórgeir blandaði karbid og vatn og tendraði so tvær lampur. Hinir næmingarnir stóðu púra býttir og hugdu. Tey høvdu sjálvandi nakrar lummalyktir við, og nú leiddi Pól Tórgeir felagarnar hjá sær ígjøgnum námið og greiddi frá, hvat og hví tað er, sum tað er í einum kolanámi. Hann greiddi eisini frá, hvussu langt teir vóru komnir, tá ið hann var har í starvslæru.

   - Tað dugdi hann ótrúliga væl, sigur Evald Rasmussen, lærari, ikki sært errin av næminginum hjá sær.

   Pól Tórgeir gekk á hesum túrinum í einum jakka hjá Roynds Kolasølu í Hvalba. Aftan fyri á jakkanum stendur 'Roynds Kolasøla' og telefonnummarið 221834. Pól Tórgeir er fúsur at reklamera: "Skal nakar hava kol, so orðni eg tað!"

   Evald sigur annars, at sum heild fara tey nokkso nógvar gongutúrar úti í náttúruni. Tey byrjaðu skúlaárið við at fara til Nólsoyar at síggja – ella rættari – hoyra drunnhvíta. Tað er jú á miðjari nátt, og tað er eitt ótrúligt upplivilsi hjá næmingunum, sum gingu í bølamyrkri. Teir sóu ikki fram um nøsina, og tað var fullkomiliga kvirt, undantikið drunnhvítan, sum fleyg fram við teimum í blániðuni. Næmingarnir sóu tó onkran skugga upp ímóti himmalinum.

Myndin:

Nám X'arin, 17 ára gamli nólsoyingurin, Pól Tórgeir Búgvason Jacobsen – her umborð á Smyrli – leiddi við tendraðum karbidlyktum floksfelagar sínar gjøgnum kolanámið í Hvalba hósdagin 27. mai. Hann greiddi teimum fyrimyndarliga frá hvat og hví, tað er, sum tað er í einum kolanámi    

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.