Tíðindi

Móttøkuflokkurin góðar royndir

Higartil hevur verkætlanin riggað væl, og ábendingar eru um, at tað hevur givið úrslit at veita undirvísing í føroyskum sum annaðmál. - Málið er lykilin til samfelagið, sigur undirvísari

07.12.2022

Í skúlastovuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla í M.A. Winthersgøtu sita hugagóðir næmingar og terpa føroyska mállæru. Talan er um børn hjá tilflytarum, sum komin eru til Føroya at búgva og vera. Summi duga okkurt á føroyskum, onnur samskifta við undirvísaran á enskum, og so eru tað nøkur, ið hvørki duga føroyskt ella enskt. Men tað gongur alt kortini, tí viljin at læra er ikki bara til staðar; hann er frálíka góður. Tey kýta seg av øllum alvi. Lesa, skriva og samskifta. Og rætta hondina upp og spyrja. Forvitin og eygagóð.

- Tað er trupult og avbjóðandi at læra føroyska málið, men stuttligt og spennandi at læra okkurt nýtt, siga Sebastian úr Onglandi, Erwin úr Póllandi, Efsthia úr Grikkalandi, Pritvi úr India og Eli úr USA, sum henda morgunin eru millum næmingarnar, ið møttir eru í sokallaða móttøkuflokkinum. Talan er um eitt tilboð, sum Tórshavnar Kvøldskúli skipar í tøttum samstarvi við fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Hetta er annað árið í royndarverkætlanini og annar flokkurin, sum er byrjaður.

Spennið er vítt, tí talan er um næmingar úr 5. flokki og heilt upp í framhaldsdeildina. Felags fyri tey er, at tey eru ymisk og tó so lík. Ymisk, tí tey koma úr ymsum londum við ymsum mentanum úr ymsum heimspørtum. Men lík, tí tey standa við somu avbjóðing, eru nýggj í einum fremmandum landi og skulu læra málið, mentanina og fólkið at kenna.

Næmingarnir eru 15 í tali. Hvønn yrkamorgun møta tey stundisliga klokkan átta, og eftir hálvan annan tíma av føroyskari undirvísing fara tey hvør til sítt og út aftur á skúlarnar í kommununi.

Vár Hansen úr Streymnesi er útbúgvin fólkaskúlalærari. Hon var liðug í summar og søkti starvið á Tórshavnar Kvøldskúla sum undirvísari í føroyskum fyri tilflytarar – føroyskt sum annaðmál – og hevur høvuðsábyrgdina av móttøkuflokkinum í hesum skúlaárinum. Hon er ikki í iva um, at tað hevur sera stóran týdning at veita børnum hjá tilflytarum tilboð um málsliga læru og undirvísing.

- Málið er lykilin til samfelagið. Lykilin til at virka frítt og frælst og taka lut á jøvnum føti og við somu møguleikum sum aðrir borgarar í samfelagnum, sigur hon og sipar eitt nú til møguleikarnar at fara undir víðari lesnað og útbúgving.

Hon heldur, at fremsta uppgávan hjá myndugleikum og teimum, sum varða av, men eisini hjá øðrum úti í samfelagnum, er at javnstilla allar borgarar uttan mun til tjóðskap og uppruna.

- Mangan hava vit lyndi til at gloyma, hvussu nógv tilflytarar geva føroyska samfelagnum. Teirra íkast er kærkomið, í skúlanum, á útbúgvingarøkinum og á arbeiðsmarknaðinum, men eisini sosialt og mentanarliga. Tí eiga vit altíð at taka væl ímóti og seta hóskandi krøv og treytir, sigur hon.

Tað er ymiskt, hvussu næmingarnir í móttøkuflokkinum taka til sín og læra føroyskt. Og hvussu skjótt. Tað veldst millum annað um, hvørjar siðvenjur hava verið galdandi í tí landi, tey koma frá. Í summum londum læra skúlabørn ikki fremmandamál, men bara móðurmálið. Onnur læra eisini fremmandamál.

Sambært Vár hava tey, ið læra onnur mál enn bara móðurmálið, ein fyrimun og taka lættari málsligan lærdóm til sín. Eisini á føroyskum. Tí hevur størsta avbjóðingin og umskiftið verið hjá teimum næmingum, sum ikki duga onnur mál enn móðurmálið, sigur hon.

Men tað merkir ikki, at tey einki duga. Tvørturímóti. 

- Tey taka seg skjótt fram, um enn ymiskt og í mun til førleikar, sigur hon.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2022.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.