Tíðindi

Málslig stimbran tíðliga hjálpir eisini orðblindum

- Eg vil altíð ráða foreldrum og starvsfólki, sum eru um børn, at gera so nógv sum til ber við málsliga stimbran, tí tað er ein ógvuliga góð barlast at fáa, sigur Mona N. Steintún, audiologopedur.

20.06.2017

Vanliga verður sagt, at tað ber ikki til at fyribyrgja orðblindi; tó er nógv tú sum foreldur, námsfrøðingur og lærari kanst gera, soleiðis at lesi- og skrivimenningin hjá barninum verður so góð sum til ber. Eru foreldrini tilvitað at lesa og syngja fyri barninum, og verður arbeitt á stovninum og skúlanum við málsligum ansi frá tí barnið er lítið, er barnið nógvar ferðir betur fyri málsliga, enn um lítið og einki verður gjørt.
- Meiri tilvitað tey eru, sum eru rundan um barnið um, hvussu umráðandi tað er at menna barnið málsliga, bæði foreldur og stovnur, betur er barnið fyri, eisini barnið, sum seinni kann vísa seg at vera orðblint; tað kann vera, at barnið, sum hevur fingið nógva málsliga stimbran, fær lesi- og skrivitrupulleikar, men hesi børnini hava nógv størri yvirskot at klára avbjóðingarnar, tey møta, og tey klára seg betur, tí tey hava lært meiri um ljóð. Tað er ein grund til, at tað verður mælt til at stimbra børnini so tíðliga sum til ber málsliga; tað er fyri at hjálpa so nógvum sum gjørligt og fyribyrgja, at barnið fær lesi- og skrivitrupulleikar. Men sjálvt um tú lesur og syngur fyri barninum og er ógvuliga tilvitað um at stimbra tað málsliga, so fáa summi kortini lesi- og skrivitrupulleikar. Eg vil altíð ráða foreldrum og starvsfólki, sum eru um børn, at gera so nógv sum til ber við málsliga stimbran, tí tað er ein ógvuliga góð barlast at fáa, sigur Mona N. Steintún.
 
Mona N. Steintún og Torgunn Poulsen, sum báðar eru audiologopedar, hava týtt og tillagað orðblindakanningartilfarið, sum skúlaverkið fyrst í hesum skúlaári tók í nýtslu at finna næmingar við orðblindi; tær fóru undir hetta arbeiðið fyri 5 árum síðan; báðar vóru tá í starvi á Sernámi, men av tí at Torgunn Poulsen flutti av landinum tvey ár seinni, hevur Mona Steintún staðið fyri at gera arbeiðið liðugt. Mona N. Steintún hevur seinasta skúlaárið verið í starvi sum talulærari í Skúlanum á Trøðni.

Les samrøðu við Monu Nattestad Steintún í Skúlablaðnum, sum kom síðst í apríl.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.