Tíðindi

Málmenning í Eysturskúlanum

Millum átta og 10 næmingar av øðrum etniskum uppruna enn føroyskum hava fingið 10 tímar í málmenning á tímatalvuna um vikuna, og tað gongur væl, sigur Petry Hádal Johansen, serlærari í Eysturskúlanum

27.09.2017

- Eysturskúlin, eg sum serlærari og Sóleyð Tausen, lesivegleiðari, báðar í sertoyminum hjá skúlanum, hava í fleiri ár tosað um, at tað er ein trupulleiki, at vit hava næmingar, sum læra at lesa, læra at týða og duga at lesa, sigur Petry Hádal Johansen.

Men hesi børnini í 1. til 3. flokk læra ikki, hvat tey lesa um, sigur Petry. Tey kenna ikki orðini, sum standa í tekstinum.

- Eg leggi dent á, at hetta eru púra vanlig børn við vanligum førleika at læra, men tey hava antin annað av foreldrunum ella bæði tvey eru úr øðrum londum, og so verður ikki tosað føroyskt heima, tey tosa ofta enskt.

Sambært Petry kenna tey sostatt ikki vanlig føroysk orð og hugtøk, sum verða ein forðing, tá ið tey so skulu skilja tað, sum tey lesa, tí tey vita ikki, hvat hetta eru fyri orð.

Eysturskúlin, sum í hesum sambandi er Petry Hádal Johansen, Sóleyð Tausen og Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri, gjørdi so tað í vár, at tey søktu Mentamálaráðið um at fáa tímar til eina verkætlan, sum tey kallaðu "Málmenning".

- Og vit fingu tað játtað – 10 tímar um vikuna, og har havi eg fimm tímar, og Joanna Johansen, ein lærari við nógvum royndum millum annað í føroyskum, hevur fimm tímar.

Henda verkætlan verður framd í innskúlingini, 1. til 3. flokk. Tey hava býtt hana sundur soleiðis, at Petry hevur 3. flokk, og Joanna hevur 1. og 2. flokk.

Tey hava ikki ásett akkurát enn, hvat tey gera, tí tey vilja fyrst staðfesta, hvat forðingin hjá næmingunum er.

Hjá Petry er tað nokkso einfald tað, at tað snýr seg um orð, sum næmingarnir ikki kenna.

- Tað er einki spennandi at lesa, um tú ikki skilir, hvat tú lesur um, sigur Petry, sum nevnir læribókina hjá Bergljót av Skarði, "Vælkomin". Hon er skrivað til vaksin fólk, men her eru nógv góð hugskot, ið eisini kunnu brúkast til børn gerandis. Ymiskt, púra vanligt, sum tey gera, men sum tey ikki kenna orðini fyri.

Ein dagin herfyri skuldu nøkur av børnunum baka pannukøkur saman við ommu síni, og omman hevði tikið tilfarið fram, men tey vistu ikki, hvat "tilfar" er. Ein av dreingjunum helt seg hava hoyrt pápa sín nevna okkurt um tilfar, men drongurin helt ikki, at tað hevði nakað við pannukøkur at gera. Petry spurdi hann, um hann plagdi at smíða. "Ja," segði hann alt fyri eitt. Hann hevur ivaleyst keypt tilfar til at smíða við. Tey vistu ikki, hvat tað var at røra tilfarið saman, men tey vistu ... og so gjørdu tey rørslu við hondini.

Eitt annað stuttligt dømi var, at tey lósu eina søgu um onkran, sum hevði føðingardag. Petry fortaldi, at so komu skildfólk at vitja: "Vita tit, hvat "skyldfólk" er?" Ja, tað vistu tey væl. Tað eru fólk, sum eru skild – altso, fráskild.

So sjálvandi verður tað ein stórur trupulleiki at lesa ein tekst, um tað skrivaða orðið er so langt frá tí fataða.

Børnini av øðrum etniskum uppruna enn føroyskum í Eysturskúlanum eru yvirhøvur úr Asia.

Myndin:
Í Eysturskúlanum í Havn hava átta-tíggju næmingar av øðrum etniskum uppruna enn føroyskum fingið 10 tímar í málmenning á tímatalvuna um vikuna, og tað gongur væl, sigur Petry Hádal Johansen, serlærari

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni