Tíðindi

Málmenning á breddan

Tað kostar altíð at varðveita eitt mál, og lítil mál eru enn meiri hótt enn onnur, og tí mugu vit leggja okkum í geyma, at ábyrgdin liggur á okkum øllum. Andrea á Rípuni, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

07.06.2017

Tann 16. mai í ár bjóðaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, til ein hugaroksdag um málmenning. Ymisk fakfólk vóru boðin fyri at gera dagin so fjølbroyttan og gevandi sum møguligt. Sagt varð á degnum, at málmenning er eitt av hjartamálunum hjá landsstýriskvinnuni. Hetta er gleðiligt at hoyra, og vónandi verða orðini víst í verki. Vónandi er tað ikki so, at hugaroksdagurin var byrjanin og endin.

Tað er sjálvandi gott at fáa góð hugskot frá teimum, ið arbeiða við máli á ymsan hátt, men tað er neyðugt, at tær hugsanir, ið komu fram, eisini verða fylgdar. Sjálvandi ikki alt í senn, men ein raðfesting má til.

Hesin dagurin snúði seg um børn undir skúlaaldri, men røkkur longri enn so. Tað er eitt fínt hugskot at byrja har, tí broytingin má byrja við teimum smæstu, fyri síðani at verða fylgd upp av teimum, ið skulu taka yvir; her hugsi eg ikki bert um fólkaskúlan, men øll liðini, ið koma eftir.

Eitt av ”innsløgunum” var barnagarðurin Stropin á Kambsdali, ið arbeiðir miðvíst við málmenning í breiðasta týdningi. Hetta var sera hugvekjandi at síggja - og ikki minst at síggja og hoyra tvey starvsfólk greiða so eldhugað frá sínum arbeiði. Tað sást týðiliga á øllum brøgdum, at tey vistu, hvat tey gjørdu og vóru stolt av tí.

Tað er av alstórum týdningi, at vit gerast tilvitað um støðuna hjá okkara móðurmáli. Vit mugu ikki sita hendur í favn og bíða, til støðan er so ring, at okkara vakra mál fer fyri skeyti.

Fremmand mál floyma inn yvir okkara børn dagliga og allan dagin. Hetta er ein gongd, ið vit ikki fáa gjørt so nógv við, men tað er okkara avgerð, um vit velja, at høvuðsmálið í nógvum av hesum miðlum skal vera á fremmandum máli, ella um vit taka takið og velja føroyskt. Tað skuldi verið sjálvsagt, at føroyskt longu var á øllum hesum miðlum, men so er ikki.

Ein av niðurstøðunum á degnum var ”tað kostar at vera eitt lítið mál”, og tað er so satt, sum tað er sagt. Tað kostar altíð at varðveita eitt mál, og lítil mál eru enn meiri hótt enn onnur, og tí mugu vit leggja okkum í geyma, at ábyrgdin liggur á okkum øllum. Vit mugu læra okkara børn gott mál, vit mugu bjóða teimum føroyskt á øllum miðlum. Vit mugu bjóða børnum okkara dygdargott sjónvarp og útvarp, dygdargóðan lesnað og tónleik; tey mugu hoyra og lesa gott mál, har tey ferðast við/á miðlunum. Vit mugu gera hetta arbeiði.

Vónandi verður framtíðin so bjørt, at vit kunnu hyggja aftur og siga: Vit megnaðu tað!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.