Tíðindi

Mynstur og vanar hjá børnum og ungum eru broytt nógv seinastu árini

Tað hevur fingið SSP-ráðgevingina at leggja uppaftur størri dent á trivnað og góðan felagsskap sum fyribyrgjandi amboð.

21.09.2023

- Okkara uppgáva er at fyribyrgja skaðandi atburði og kriminaliteti. Kanningar vísa, at børn og ung, sum ikki neyðturviliga eru í sjónligum vandabólki, kortini kunnu enda í óføri og teirri óndu ringrásini, sigur Súsanna í Króki, sum saman við Daisy Iversen mannar SSP-ráðgevingina, ið er víðkað úr einum upp í tveir ráðgevar.

Tað er ikki uttan orsøk, at júst trivnaður og góður felagsskapur hava fingið hægstu raðfesting, tí sambært Súsonnu í Króki eru greið tekin um, at einsemi og mistrivnaður skapa øktan vanda fyri skaðandi atburði og kriminaliteti. Tí verður størri dentur nú lagdur á fyribyrgjandi arbeiðið at skapa góðar og sunnar felagsskapir og góðan trivnað, sigur hon.

Mynstur, vanar og rákið í tíðini broytast við millumbilum, og seinastu árini er rákið broytt munandi.

Eitt rák, sum veruliga hevur tikið dik á seg, eru broyttir miðlavanar hjá børnum og ungum, ið ferðast nógv á teimum sosialu miðlunum. Happing hevur leingi verið ein afturvendandi trupulleiki á hesum miðlum, men nú eru eisini aðrir vandar komnir í ljósmála.

- Vit uppliva ein vaksandi tørv á at kunna børn og ung um góðar miðlavanar og nýtslu av sosialum miðlum, tí ikki øll duga sær hógv og kenna hvørki lógarkarmarnar ella reglurnar fyri góðum siði og atburði í miðlarúminum, sigur Súsanna í Króki.

Hon vísir í hesum sambandi eitt nú á myndatilfar, sum børn og ung í størri mun deila millum sín á netinum, og sum er vorðið ein alsamt størri og vaksandi trupulleiki. Stundum er talan um nakinmyndir, men eisini myndir og filmar av bardøgum millum persónar, ið kunnu eggja til harðskap. Í báðum førum kann talan vera um revsiverdar gerðir.

Ein annar vaksandi trupulleiki er, at børn og ung í stóran mun eru farin at taka myndir og gera filmar, har lærarin í flokkinum verður avmyndaður uttan at vita av tí. Myndir og filmar verða síðani løgd út á netið, eitt nú á TikTok og aðrar sosialar miðlar.

Men ofta eru reglurnar um samtykki ikki hildnar, og børn og ung vita ikki av og gáa tí ikki eftir, at tað, tey gera, ikki er í samsvari við lóg og reglur og góðan sið og atburð á netinum. Tí hevur samtykki verið eitt afturvendandi evni, sum SSP-ráðgevingin hevur havt á breddanum seinasta árið og lagt stóran dent á at kunna børn og ung um.

Eisini á foreldrafundum verður kunnað um miðlavanar hjá børnum og ungum. Eitt nú verður aldursmarkið viðgjørt, tí aldurin kann hava týdning fyri, hvussu búgvin og tilvitað børn og ung eru um møguligar avleiðingar av orðum og gerðum á sosialu miðlunum. 

Súsanna í Króki sigur, at vantandi vitan og kunnleiki kann vera ein orsøk til júst henda vaksandi trupulleikan, ið mangan setir læraran í eina ógvuliga keðiliga og trupla støðu. Tað er tó ikki altíð við tí ringa fyri eyga, at børn og ung deila myndir av læraranum, leggur hon aftrat.

- Ofta er talan um ósketni og ótilvitaðar og illa umhugsaðar avgerðir, tí børn og ung ikki vita betur og kenna ikki reglurnar um samtykki og loyvi at leggja myndir og filmar út á netið. Tey meina tað kanska ikki so illa, men hugsa ikki um samtykki og møguligar avleiðingar av sínum gerðum, sigur hon.

Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2023


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni