Tíðindi

Morgunsangur í Nólsoy

Allir fólkaskúlar kring landið skulu hava morgunsang um morgunin. Tað helt Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin tíðliga í mars mánaði, tá ið hann legði uppskot fyri Løgtingið um at seta í fólkaskúlalógina, at morgunsangur skal vera kravdur í øllum fólkaskúlum

12.04.2018

- At varðveita mentanararv okkara er ein av høvuðsuppgávunum hjá fólkaskúlanum, segði Jógvan á Lakjuni, og hann segði, at ein partur av mentanararvinum er sangskatturin.

   Jógvan á Lakjuni sigur, at alt eigur at verða gjørt fyri at varðveita henda týðandi mentanararv okkara, og tí eigur at verða álagt skúlunum at læra børn og ung vanligar føroyskar barnasangir, fosturlandssangir og sálmar. Hann hevur frætt, at onkrir skúlar gera minni við morgunsang enn fyrr og tað heldur hann er ein stórur missur og tí eigur at verða beinleiðis sett í lógina, at allir fólkaskúlar skulu hava morgunsang við øllum børnum í skúlanum.

   - Í summum skúlum er sangurin fluttur inn í skúlastovuna, og so valdast, um lærarin heldur seg til, sigur Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy um morgunsangin.

   Tá ið Jákup av Skarði á sinni var í starvsvenjing í Stóru Dímun hjá Bjarna í Sjúrðagarði, sála, høvdu tey stundum morgunsangin, tá ið morgunlesturin var í útvarpinum, tí so fingu tey sálmasangin við beinleiðis úr hátalaranum.

   - Og tað riggaði fínt har, sigur fyrstilærarin í Nólsoy.

   Herfyri gjørdi hann tað, at meðan ein av teimum trimum lærarunum, sum vanliga syngur fyri í skúlanum í Nólsoy, var á skeið, valdi hann tey bæði fyrstu ørindini úr sálmi nr. 91, sum ljóðaði úr hátalarum,"Nú komu boð við einglum dýr". Hann heldur, at hetta er ein møguleiki, men tað er eisini ein spurningur um, nær tey hava morgunsangin.

   Jákup av Skarði minnist úr tveimum skúlum, at tú møtir inni í einari høll klokkan átta at syngja. Lærararnir koma við kaffikoppi, og næmingarnir koma geispandi – og tá er ikki so lætt at syngja – so syngja tey tvey ørindi, men so verður avbrotið, tí nú biðja tey Faðirvár, og tá ið hava biðið Faðirvár, skulu tey syngja triðja ørindi.

   - Tú skipar tað so pussiga, men her dámar mær væl hesa skipanina, at vit fara fyrst í tíman og práta, og næmingarnir siga tað, sum liggur fyrst á, um, hvat er hent og tílíkt, og so møta við tjúgu minuttir yvir níggju til morgunsang.

   Jákup av Skarði heldur, at tað er gott tá at byrja við sálminum og so biðja Faðirvár. Tað kann gera tað sama, um sálmurin er eitt ørindi ella sjey ørindi. Tey syngja sálmin lidnan, og so biðja tey Faðirvár. Síðan hava tey ein føroyskan sang og ein útlendskan sang – hvønn dag.

   Í Nólsoy hava tey annars tvey tey seinastu árini valt eitt sett fyri alla vikuna, so at tað er lættari at syngja við t.d. mikudagin, tey duga hann betur, og fíggjadagin gongur hampiliga væl at syngja. Og so skifta tey til vikuna eftir.

   Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy, sigur frá, hvussu tey gera í Nólsoy. Hann veit ikki rættiliga, hvussu morgunsangurin annars er skipaður kring um í landinum, men Jógvan á Lakjuni verður nevndur her, tí at hann í viðmerkingunum m.a. sigur um uppskot sítt: " ... at varðveita mentanararv okkara er ein av høvuðsuppgávunum hjá fólkaskúlanum (...) Tað er í mongum førum soleiðis, at tað var í skúlanum, tú lærdi barnasangirnar, fosturlandssangirnar, sálmarnar og kvæðini, sum tú dugir uttanat sum vaksin. Tíverri vísir tað seg, at ungfólk nú á døgum ikki hava so lætt við at syngja vanligar føroyskar fosturlandssangir".

Myndin:

Tá ið Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy, á sinni var í starvsvenjing í Stóru Dímun hjá Bjarna í Sjúrðagarði, sála, høvdu tey stundum morgunsangin, tá ið morgunlesturin var í útvarpinum, tí so fingu tey sálmasangin við beinleiðis úr hátalaranum

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.