Tíðindi

Morgunsangløtan er meiri enn morgunsangur

- Vit kunnu siga, at morgunsangløtan er læring og vitanardeiling í verki. Hon skapar líkindi fyri læring, og hon skapar undirstøðukervið í skúlanum og møguleikan fyri at hava ein pall til felagsskapin, Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.

24. mars 2021

Í Glyvra skúla, har yngstu flokkarnir og forskúlin í Runavíkar kommunuskúla halda til, hava tey í mong ár gjørt nógv burtur úr morgunsangløtunum.

- Morgunsangløtan er meiri enn morgunsangur; morgunsangløtan er løtan, har allir næmingar og lærarar í skúlanum hittast í senn. Løtan er pallurin ella torgið, har boð verða givin øllum í senn, har vit savnast um tað, sum vit eru í felag um, har okkurt kann verða framført ella lagt fram, har vit gera okkurt serligt burtur úr serligum døgum, so sum grækarismessu ella flaggdegnum, har vit syngja saman og síðan fara undir skúladagin. Hetta er eisini pallurin hjá lærarum at greiða frá ymiskum, sum hevur við okkurt fakligt ella trivnaðin at gera, men eisini annað, til dømis at tú fært eitt hugskot, sum tú hevur hug at royna saman við næmingunum. Tí er tað ikki bara sjálvur morgunsangurin, sum er við sviðusoð, nú alt er so avmarkað orsakað av koronu, men allur felagsskapurin, sum ein skúli jú er, sigur Hans Michael í Mittúni, sum er varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla og hevur ábyrgd av Glyvra skúla, sum er partur av Runavíkar kommunuskúla.

Korona hevur ávirkað morgunsangløturnar nógv. Tað er, tá ið tú missir møguleikan at forma felagsskapin, ella møguleikarnir verða skerdir, at tú sannar, hvussu stóran týdning hann hevur, ásannar varaskúlastjórin.

- Morgunsangløtan er sjálvt hjartað í felagsskapinum; hetta er løtan til tann alment dannandi partin, sum skúlin eisini tekur sær av. Hon skapar líkindi fyri læring, og hon skapar undirstøðukervið í skúlanum og møguleikan fyri at hava ein pall til felagsskapin. Vit kunnu siga, at morgunsangløtan er læring og vitanardeiling í verki; tað er læring um felagsskapin, at vera partur av eini heild, at traðka fram, at framføra, at læra av hvørjum øðrum og síggja, hvat onnur takast við. Tað kann vera ítøkilig læring, til dømis tá ið roknivegleiðarin biður næmingarnar loysa eina roknigátu, ella tá ið føroysklærarin tekur í orðaskjáttuna, lærir næmingarnar eitt orð og harvið víðkar orðfeingið hjá teimum. AKT-lærarin hevur eisini ofta orðið, tá ið morgunsangløtan er; viðkomandi plagar at taka í nakrar avtalur, sum vit gera saman við næmingunum um, hvussu vit bera okkum at, til dømis í fríkorterinum. Vit brúka ikki orðini “áminning” og “reglur”, men heldur “avtalur”, sum vit gera okkara millum, tí tað at gera avtalur tekur næmingarnar meiri við enn áminning og boð. Hetta er læring upp á ein øðrvísi og stuttligan máta. Næmingarnir sleppa eisini framat; viðhvørt sleppa teir at siga stuttligar søgur fyri hinum ella at minna hvønn annan á felags avtalur. Í endamálsorðingini í fólkaskúlalógini stendur, at næmingar skulu búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. Tað at stíga fram og siga eina stuttliga søgu ella at minna hini børnini á avtalur, sum til dømis at vit ikki skulu kasta kavabløk eftir hvørjum øðrum, krevur stórt dirvi.

Glyvra skúli hevur sum aðrir skúlar roynt at tillagað umstøðurnar soleiðis, at tað ber til at halda fast í morgunsangløtuni í øðrvísi skapi og samstundis halda koronatilmælini. Tey hava roynt ymiskt, bæði at býta næmingarnar sundur í hálvar flokkar og at hava nakrar flokkar ella árgangir fyri seg í senn og so nakrar flokkar ávísar dagar, men tað er ikki tað sama sum at hava allar í senn, sigur Hans Michael í Mittúni.

- Vit sakna tann stóra felagsskapin og møguleikarnar, sum vit tá hava. Í einum skúla eru altíð nógv boð, sum skulu gevast næmingum, og nógvar avtalur millum lærarar og næmingar; løtan, tá ið allir næmingarnir eru savnaðir, er uppløgd til tað; tá ið tann løtan ikki er longur, verður hon tægað sundur í fleiri løtur, sum tá er í hvør sínari skúlastovu.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.