Tíðindi


Minni tú lesur, fleiri ensk orð brúkar tú

Í teimum flokkum, har tað verður gjørt nógv av at tosa enskt í samskifti við vinir, hevur tað avleiðingar fyri, hvussu nógv tú lesur, og hvør hugburður tín er til tað at lesa í frítíðini.

3. mai 2018

Í stóru kanningini av lesivanunum, sum er gjørd í 4., 6. og 9. flokki síggja vit eina mentan gera seg galdandi, har enskt er ráðandi samskiftismálið millum næmingarnar; ein orsøk kann vera, at tað eru nógvir næmingar í hesum flokkunum, hvørs fyrstamál ikki er føroyskt.

- Fyri at kunna fara aftur um summi av áhugaverdu úrslitini eru svarini hjá 10 av flokkunum, sum hava mest negativan hugburð til lesing og lágan lesitíttleika, sett upp ímóti 10 av flokkunum, sum hava mest positivan hugburð til lesing og høgan lesitíttleika; vit nevna hesa flokkar topp-10-bólkurin og botn-10-bólkurin. Spurningurin, sum er avgerandi fyri, hvørt tú endar í toppinum ella botninum; er hesin: hvussu ofta lesur tú bøkur í frítíðini (ikki skúlating) samanhildið við spurningin: hvussu dámar tær at lesa (hvørji av hesum ert tú samdur við, tá tú hugsar um lesing: mær dámar at lesa/tað er kul at lesa/eg læri nógv av at lesa). Henda greiningin tekur støði í heilum flokkum og ikki næmingunum einsæris, soleiðis at minsta eindin er ein skúlaflokkur, sigur Heri Joensen frá Lóðri.

Til spurningin, hvussu ofta brúkar tú enskt orð, tá ið tú manglar eitt føroyskt orð ella ikki kennir føroyska orðið, so svara bara ávikavist 5 % og 6 % í teimum flokkunum, ið hava ein positivan hugburð til lesing og sum lesa nógv, at tey brúka ensk orð sera ofta og ofta; samsvarandi svara 14 % og 8 % í teimum flokkunum, ið hava ein negativan hugburð til lesing og lesa lítið, at tey brúka ensk orð í samskiftinum sera ofta og ofta – ikki einstaklingavís men floksvís. Dømi kann tí vera um, at vit hava tveir fjórða flokkar í sama skúla, sum nærum tosa hvør sítt mál. Tað er rættiliga hugvekjandi, at vit kunnu hava ein flokk, har mestsum allir næmingarnir siga seg ikki kenna tað føroyska orðið og tí leita í enskt, meðan hinumegin veggin er ein annar fjórði flokkur, har hetta nærum ikki ger seg galdandi. Meiri henda mentanin ger seg galdandi, størri er sannlíkindini fyri, at flokkurin endar í botn 10-bólkinum.

Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.