Tíðindi

Minni enn fjórði hvør lærari arbeiðir niðursetta tíð

Tað verður mangan sagt, at tað eru nógvir lærarar, sum arbeiða niðursetta tíð; nýggj tøl frá mars í ár vísa, at so er ikki.

28.11.2017

Lærari í føstum starvi arbeiðir í útgangsstøði fulla tíð; tó kanst tú biðja um at sleppa at arbeiða minni enn fulla tíð, og tað eru tað summir, sum gera. Um øll, sum fáa fasta løn í fólkaskúlanum verða tald við, so eru tað 24 prosent, sum arbeiða niðursetta tíð; veruliga talið er tó nærri 16 prosentum, so tað er ikki nógv, sigur formaður Føroya Lærarafelags, Herálvur Jacobsen.

- Tølini eru ikki ræðandi, og ikki stór samanborið við talið á teimum, sum arbeiða niðursetta tíð innan onnur yrki, til dømis námsfrøðingarnar.

Oman fyri 60 prosent av lærarunum eru kvinnur, og tað eru væl fleiri kvinnur enn menn, sum arbeiða niðurseta tíð. Í bólkinum, tey sum arbeiða meiri enn hálva tíð, er stórur kynsmunur, 18 menn og 93 kvinnur. Hesin bólkurin er góð 16 prosent av teimum, sum fáa fasta løn. Hjá teimum, sum arbeiða minni enn hálva tíð, er kynsmunurin lítil, 30 menn og 24 kvinnur. Hjá fleiri av hesum er lærarastarvið helst framíhjá, tó so at lærarar í tíðaravmarkaðum starvi eru ímillum.

- Tey, sum arbeiða tíðaravmarkað, fáa mangan bara eitt ávíst tímatal og kunnu í minni mun velja, hvussu nógvar tímar, tey arbeiða.

Lærarafelagið hevur ikki greinað, hvør orsøkin er til, at lærarar velja at arbeiða niðursetta tíð.

Av tænastumonnunum eru bara 3, sum arbeiða niðursetta tíð.

- Tænastumenn eru í eldra endanum av lærarahópinum og hava møguleika at fara frá við eftirløn millum 60 og 67 ár. Ivaleyst velja fleiri at at fara úr starvi heldur enn at arbeiða niðurseta tíð.

Lærarafelagið hevur ikki nóg neyv tøl at gera samanberingar yvir fleiri ár; formaður Føroya Lærarafelags metir tó, at einki bendir á, at gongdin, at fleiri velja at arbeiða niðursetta tíð, fer at minka.

- Lærarastarvið verður meiri og meiri krevnjandi, og tí síggja fólk sær ikki aðra loysn enn at arbeiða niðursetta tíð fyri at orka starvið.

Samlaða talið av teimum, sum arbeiða í niðursettari tíð, er 162 ella sløk 24 prosent av teimum, sum fáa fasta løn. Hetta talið skal tó takast í fyrivarni, tí øll lønarbrot eru tald við, eisini tey, ið undirvísa fáar tímar.

Les meiri: http://www.skulabladid.fo/l%C3%A6rarar-%C3%AD-ni%C3%B0ursettari-t%C3%AD%C3%B0


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.