Tíðindi

Minni enn ein minutt til hvønn næming

Næmingar, sum hava mest tørv á einum vegleiðara, uppsøkja hann ikki, meðan næmingarnir, sum tørvar hann minst, brúka hann mest

12.06.2017

Ester Poulsen er sjálv onnur vegleiðari í størsta skúlanum í landinum, Skúlanum á Fløtum í Havn, sum hevur um 750 næmingar; út móti 400 teirra ganga í 6. til 9. flokki, sum eru næmingarnir, ið vegleiðararnir skulu vegleiða. Vegleiðararnir hava hvør millum 5 og 6 tímar í part um vikuna at vegleiða næmingar; tímarnir eru ikki samlaðir til ein dag, men liggja spjaddir út á dagarnar í vikuni; umframt liggja hølini hjá skúlanum spjødd um allan býin, og tað ger uppgávuna uppaftur meiri avbjóðandi at røkka næmingunum.

Býta vit tíðina, sum er sett av til vegleiðing, út á næmingarnar, fáa teir tríggjarfjórðings minutt, ella 46 sekund av einum minutti, í part um vikuna, har teir kunnu sita andlit til andlits við ein vegleiðara og tosa um skúlalív og framtíðina.
- Fortreytin fyri persónligari vegleiðing er, at tú hevur gott samband við næmingin, og at tú hevur havt stundir at byggja upp hetta sambandið; tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at byggja eitt slíkt samband upp, um tú hevur so lítla tíð, eisini um vit gera, sum vit mangan gera, nevniliga savna nógvar næmingar í flokk ella bólk saman til felags vegleiðing. At savna næmingar saman riggar til eitt vist, men næmingarnir eru ymiskir, og tørvurin kann vera sera ymiskur, summum tørvar meiri enn aðrir, og talan kann vera um fakligar, sosialar, persónligar ella aðrar trupulleikar og avbjóðingar. Tað er ein sannroynd, at næmingar, sum hava mest tørv á einum vegleiðara, uppsøkja hann ikki, meðan næmingarnir, sum tørvar hann minst, brúka hann mest. Hesir næmingarnir, sum brúka vegleiðaran mest, eru teir sterku næmingarnir, ofta næmingar, sum vita, hvat teir vilja; teir eru miðvísir og uppsøkjandi. Hinir, sum tørvar vegleiðaran mest, uppsøkja hann ikki. Tí liggur tað á okkum vegleiðarum at uppsøkja hesar næmingarnar, men til tað vantar okkum tíð. Í Skúlanum á Fløtum hava vit fastar tíðir, har næmingar kunnu koma á gólvið til vegleiðing, og teir kunnu eisini altíð venda sær til vegleiðaran umvegis teldupost ella telefon. Harafturat hava vit stovnað eina síðu á Facebook, har næmingar og foreldur kunnu seta seg í samband við okkum gjøgnum chat. Her kunnu tey eisini tosa eini boð inn, um tey halda, at tað er trupult at skriva. Næmingarnir eru vanir at brúka t.d. Facebook og Snapchat sum samskiftismiðlar. Tí hava vit valt at brúka Facebook í eini roynd at røkka fleiri næmingum; og við hesum at gera vegleiðingina sjónligari, sigur Ester Poulsen.

Lesið samrøðuna við Ester Poulsen, lærara og vegleiðara, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.