Tíðindi

Miðfirraðu tímarnir skulu ikki misbrúkast

Tað er á ongan hátt rætt at taka frá teimum, sum hava fingið játtað pengar til eitt ávíst endamál. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

18.08.2022

Í játtanini til fólkaskúlan eru 24 % miðfirraðir tímar, sum eru ætlaðir næmingum við ymiskum serligum tørvi. Sum skilst verður stórur partur av hesi játtan nýtt til annað, enn tað, teir eru ætlaðir, eitt nú vikartímapuljuna og til svimjiundirvísingina. Hetta er ikki í lagi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

- Miðfirraðu tímarnir skulu brúkast til tað, teir eru ætlaðir. Eg góðtaki ikki, at tímar verða brúktir til annað enn tað, teir eru ætlaðir til. Teir skulu brúkast til næmingar, sum tørvar hjálp til eitthvørt. Manglar skúlin tímar til eitthvørt ávíst, so má tann trupulleikin lýsast, og so loysa vit hann. Hevur skúlin ov fáar tímar til eitthvørt, er tað eingin loysn í sjálvum sær at taka teir frá einum øki, sum eisini tørvar tímar. Er tað so, sum skúlaleiðarar vísa á, at teimum vanta tímar eitt nú til undirvísingina í svimjing, so er at finna loysnir á hesum serstaka trupulleikanum. Er næmingatalið í einum flokki hægri enn 15, er kravið, at tveir lærarar eru við, tá ið flokkur hevur svimjing, men tú loysir ikki trupulleikarnar bara við at flyta tímar ella við at skapa nýggjar trupulleikar.

Ein fyrispurningur, sum Undirvísingarstýrið hevði á seinasta økisfundi, bendir á, at miðfirraðu tímarnir í ávísum førum verða brúktir til annað enn tað, teir eru ætlaðir.

- Fyrispurningurin bendir á, at summir skúlastjórar halda, at teir kunnu brúka miðfirraðu tímarnar til annað enn tað, teir eru ætlaðir til, í grundini á sama hátt, sum teir kunnu brúka teir tveir tímarnar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki og flyta til annað virksemi eftir ávísari skipan. Tað er á ongan hátt rætt at taka frá teimum, sum hava fingið játtað tímar til eitt ávíst endamál. Hóast vit hava havt fyrispurning millum skúlaleiðarar um, hvussu miðfirraðu tímarnir verða brúktir, so hava vit gjørt av at kanna viðurskiftini nærri, og sjálvsagt ætla vit at loysa trupulleikan.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni