Tíðindi

Miðaltalið í PISA er ikki áhugavert

Okkara skúlaskipan kann illa berast saman við skúlaskipanirnar í londunum, sum vit samanbera okkum við í PISA; tí eiga vit heldur at samanbera okkara egnu kanningar, tað vil siga nýggjasta úrslitið, sum verður lagt fram í morgin, við úrslitið í undanfarnu PISA-kanningum. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag

2. desember 2019

Vit eiga ikki at leggja orku í at samanbera miðaltalið hjá føroyskum næmingum í PISA-kanningunum við miðaltalið hjá næmingum uttanlands; heldur eiga vit samanbera úrslitini hjá okkum sjálvum ár fyri ár, tí tey úrslitini kunnu berast saman, og tær samanberingarnar eru áhugaverdari. Tað heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.

- Miðaltalið í sjálvum sær gevur lítla meining, tí skúlaskipanirnar í ymsu londunum, sum taka lut í PISA, eru so ymiskar. Miðaltalið kann nevniliga vera sera misvísandi; vit vita eitt nú ikki, hvat tey gera í hinum londunum, og hvat tað er, sum tey gera, so at tey skora høgt í PISA. Skulu vit samanbera, má tað vera í mun til, hvat tey gera fyri at klára seg væl. Høvdu vit samanborið, hvussu tey skipa sín skúla, og hvussu vit skipa okkara, so hevði tað kunnað verið áhugavert. Vit vita eitt nú, at finska skúlaskipanin hevur staðið seg væl í PISA; vilja vit líkjast teimum, so kundu vit kannað, hvat tað er, sum tey gera øðrvísi, og hvussu tey arbeiða við avbjóðingunum, sum eru í einum skúla; síðan kunnu vit tillaga okkara í mun til tað, um tað er tað, vit vilja. Í sjálvum sær vísir miðaltalið í PISA bara ymiskleikan í skúlaskipanum í mun til tað, sum OECD setir sum mál fyri, hvat næmingar í 9. flokki eiga at duga.

At gera listar út frá miðaltalinum, har landið, sum hevur hægsta miðaltalið, er ovast, og landið, sum hevur lægsta miðaltalið, er niðast, flytur einki, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Eg havi enn ikki sæð nakað dømi um, at eitt miðaltal flytur nakað land fram á leið. Eftir mínum tykki átti OECD at valt ikki at hava miðaltalið við, tí tað eru niðurstøðurnar í kanningunum, sum eru áhugaverdar. Tøl í sjálvum sær siga lítið, um tey ikki verða lisin inn í ein samanhang. Hjá okkum er tað nógv áhugaverdari at fremja broytingar, tá vit vita eitthvørt, sum kann gerast betri, og síðan aftur at kanna fyri at vita, um broytingarnar hava munað.

Eitt annað, sum eisini má havast í huga, tá ið tað verður samanborið, er, at torleikastigið ikki altíð er sambærligt í uppgávunum hjá ymsu londunum. Uppgávurnar, sum føroyskir næmingar skulu loysa, eru týddar úr øðrum máli, tað sama er í hinum londunum, og sjálv týðingin kann hava stóra ávirkan á torleikastigið.

- Vit eiga ikki at undirmeta, at torleikastigið kann vera ymiskt, av tí at uppgávurnar eru ymiskt týddar. Ein norsk ph-d.-verkætlan vísti eisini á hendan veikleikan við PISA. Tað tekur nakað av grundarlagnum undan samanberingini millum lond, tí kanska stavar partur av ymiskleikanum frá, hvussu uppgávurnar eru týddar, og hvussu týdda málið passar til næmingarnar í ymsu londunum. Av tí at vit vita hetta, verður tað uppaftur minni áhugavert at samanbera miðaltøl fyri londini.

PISA-kanningarnar kunnu vera eitt barometur at meta okkara skúlaskipan yvir tíð, tí uppgávurnar í kanningunum frá ári til ár ganga aftur. Tær uppgávurnar, sum næmingarnir hava loyst í kanningini, sum verður avdúkað í morgin, eru í sínum formi og slagi líkar teimum í undanfarnu kanningum.

- Tær kunnu samanberast, eisini málsliga, og tí kann okkara skúlaskipan metast á somu líknandi vekt ár fyri ár. PISA-kanningin gevur okkum nógv útgreinað úrslit. Í staðin fyri blint at hyggja at miðaltalinum, eiga vit heldur at hyggja at, hvussu miðaltalið er sett saman. Tað, sum er áhugavert, er at vita, hvussu nógvir næmingar eru á ymsu stigunum í kanningini og hvussu gongdin er. Øll árini, vit hava tikið lut í PISA, hava vit havt næmingar, sum standa seg lægri enn tað, sum OECD setir sum mál fyri at klára seg í dagsins samfelag. Men í undanfarnu kanningunum síggja vit, at talið á næmingum í botninum minkar, og tað er gott. Samstundis sum niðastu bólkarnir minka, er miðbólkarnir vaksnir, tað vil siga tey á stigi 2 og 3. Næmingarnir, sum megna tær truplastu uppgávurnar, tað vil siga í ovastu stigunum, eru so fáir, og tann bólkurin hevur staðið í stað í undanfarnu kanningum. Tað eru hesi viðurskiftini, sum eru áhugaverd at savna seg um, og kanningarnar hava víst flytingarnar innan tey 6 stigini, sum næmingarnir verða bólkaðir í í PISA.

Føroyski fólkaskúlin hevur tikið lut í PISA síðan 2006. Ein spurningur, sum altíð kemur upp, tá ið PISA verður umrøtt, er, um vit yvirhøvur skulu vera við í PISA.

- Tað at vit gera kanningar og royna at fáa eina vitan um skúlan, er gott. Spurningurin er so, hvat fyri kanningar, vit skulu vera við í, og hvussu vit so brúka úrslitið aftaná. Brúka mynduleikarnir ikki hagtølini, sum PISA gevur, so kunnu pengarnir, sum tað kostar at taka lut í PISA, verða brúktir betur aðrastaðni. PISA vísir so ógvuliga nógv meiri enn førleikarnar hjá næmingum í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum; hon vísir eitt nú bakgrundina hjá næmingum, sum kann vísa aftur á úrslitið. Mentamálaráðið hevur í sera lítlan mun sett pengar av til at greina úrslitini frá PISA, men fyri tí um øll henda vitanin enn ikki er brúkt, so er tað ikki ov seint, tí hagtølini eru framvegis til. Ein kanning er nevniliga ikki spennandi, fyrr enn hon er endurtikin fleiri ferðir, tí tað er tá ið vit hava fleiri kanningar, at tað er áhugavert at samanbera. Tað kann tala fyri, at vit eiga at halda fram við at taka lut í PISA. Tað er upplagt at granska í PISA-úrslitunum; tað verður sum er granskað alt ov lítið í fólkaskúlanum; Námsvísindadeildin átti at gingið undan í so máta, men vit vita eisini, at tað kostar at granska. Eftir mínum tykki eigur Mentamálaráðið at raðfesta og virðismeta vitan og gransking nógv hægri.

Í morgin verður nýggjasta PISA-kanningin løgd fram.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.