Tíðindi
12.02.2018
Arbeiðstíðin til kt-økið, sum kt-vørðurin fær tillutað í ársverkinum, verður roknað eftir talinum á brúkarum, næmingum og lærarum, og talinum á talgildum tólum. Henda leistin vil Lærarafelagið halda fast við.
- At ein nágreining av arbeiðssetninginum og ábyrgdarøkinum hjá telduvørðunum verður gjørd, hava vit leingi eftirlýst. Í ásetingini um arbeiðstíð stendur eisini, at “Tímarnir verða býttir millum tímar til undirvísing og til tímar til fyrisiting í lutfallinum 1/5 til undirvísing og 4/5 til fyrisiting.” Tað eru teir 4/5, sum Mentamálaráðið setur spurnartekin við, við tí grundgeving, at hetta er til røkt av útbúnaðinum. Útbúnaði, sum kommunurnar rinda, og tí eisini eiga at rinda viðlíkahaldið av. Men hetta er ein sera einføld útlegging. Tað ber ikki til at taka hesa ásetingarnar burtur, tí so er tað eingin, ið eigur røktarpartin. Orsøkin er sjálvandi, at Mentamálaráðið vil noyða kommunurnar at rinda fyri hetta. Málið liggur í Mentamálaráðnum, og tað er Mentamálaráðið, ið eigur at avgreiða spurningin og samstundis tryggja, at skúlarnir hava tryggar arbeiðsumstøðum á telduøkinum. Mentamálaráðið eigur ongantíð ov skjótt at avgreiða spurningin um kt-økið í fólkaskúlanum. Alt annað er ábyrgdarleyst.
Spurningurin um kt-økið botnar í ósemjuni í, hvør tað er, sum eigur at rinda fyri røkt av telduútbúnaðinum í fólkaskúlanum.
- Fyrr enn hesin spurningurin um býtið av kt-økinum er avgreiddur, koma vit ikki víðari.
Formaður Føroya Lærarafelags sigur, at kommunurnar sum er rinda ein stóran av økinum, bæði keyp og røkt, eitt nú uttanhýsis veitingar.
- Mentamálaráðið rindar lønina hjá telduvørðunum, og partur av arbeiðinum hjá telduvørðunum er røkt.
Í uppritinum um bygnaðarbroytingarnar í Mentamálaráðnum verður sagt, at býtið millum Nám og kommunurnar eigur at verða dagført, hvør eigur hvørjar uppgávur og harvið eisini rokningar. Hvar standa kt-vørðirnir í hesum? verður spurt. Tað fellur natúrligt onkursvegna, at námsfrøðiligi parturin liggur hjá vørðunum/Námi, meðan tøkniligi partur er kommunurnar. Her mugu neyðugar avtalur og leiðreglur gerast, verður sagt.
Í sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið, sum varð undirskrivaður í januar, var avtalað, at viðgera markabýtið millum land og kommunur á kt-økinum. Partarnir eru samdir um at heita á Kommunufelagið at vera við í hesi endurskoðan, og hon skal verða liðug 1. januar komandi ár við virknaði frá skúlaárinum 2019/2020.