Tíðindi


Mentamálaráðið fylgir við

Atfinningarnar, sum hava verið frammi um, at undirvísingin í fólkaskúlanum í samfelagsligum viðurskiftum og landafrøði er ikki nøktandi verða hoyrdar í Mentamálaráðnum

25. apríl 2017

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, svarar spurninginum frá Skúlablaðnum, um nøkur ætlan er um at hevja gomul fak aftur í fólkaskúlanum sum eitt nú samfelagsfrøði, søgu og landafrøði.

Um samfelagsfrøðina sigur landsstýriskvinnan, at Nám hevur saman við Mentamálaráðnum gjørt námsætlan til samfelagsfrøði og tilfar verður skrivað í samsvari við námsætlanina. Tilfarið til 7. flokk er um at verða liðugt, tilfarið til 8. flokk kemur næsta vár og til 9. flokk árið eftir. Skipað verður fyri skeiðum í samfelagsfrøði eftir summarsteðgin.

Hetta er júst tilfar um demokrati, samfelagsviðurskifti, politiska skipan og ikki minst vinnuvegir, m.a. fiskivinnu.

Viðvíkjandi søgu, so er søga og samtíð kravd lærugrein í 4.-9. flokki. Umframt at samfelagsfrøði verður lærugrein í 7. -9. flokki. Nám gevur í løtuni út nýggja Føroya søgu til hádeild. Tilfarið til 7. flokk er komið, tilfar til 8. flokk kemur út í vár og til 9. flokk næsta ár.

Miðdeild 4.-6. flokkur hevur eisini fingið nýtt undirvísingartilfar i søgu. Søga 4 kom út í fjør, søga 5 kemur í ár, og søga 6 kemur næsta ár. Allar hesar útgávur eru tøkar á bms.fo, og har eru eisini stuttar lýsingar av útgávunum.

Tað er ikki rætt, tá ið sagt verður, at undirvísingin ikki røkkur víðari enn til 1. og 2. heimsbardaga. Heimssøga er í trimum pårtum, fram til 1700, 1700-1900 og 1900 fram til í dag. Heimssøgan er ætlað til 7. og  9. flokk.

Um tað landafrøðiliga upplýsir Rigmor Dam, at andalæra er lærugrein í fólkaskúlanum øll skúlaárini frá 1.-9. flokk. Í 1.-3. skúlaári er landalæra partur í heimstaðarlæru, í 4.-6. flokki er landalæra partur av lærugreinini náttúra og tøkni og í 7.-9. flokki er landalæra sjálvstøðug lærugrein. Næmingarnir fáa sostatt undirvísing í landalæru øll skúlaárini. Fyrstu árini um sína heimbygd og grannabygdir, síðani um Føroyar, Evropa og heimin sum heild. Tilfar er eisini til lærugreinina øll skúlaárini, nýtt tilfar í byrjanarundirvísingini, umframt nýtt heimsatlas, sum verður brúkt í miðdeild og hádeild.

Nám er í holt við at endurskoða tilfarið í náttúru og tøkni og hevur seinastu árini givið út nýtt og tillagað tilfar til landafrøði í hádeild, 7.-9. Flokki. Hetta er júst gjørt fyri at menna lærugreinina. Eisini verður regluliga skipað fyri skeiðum fyri lærarum, sum undirvísa í landalæru.

Tá ið næmingar eru uttanlands ella ferðast í egnum landi, er tað oftast saman við foreldrunum, sum eisini hava eina uppgávu at kunna børn síni um tað, tey síggja og uppliva á ferðini. Tað er ofta á slíkum túrum, at nógv læring fer fram. Barnið og tann ungi uppliva sjálvi staðið, sum ofta festir seg í huganum.

Skúlin einsamallur kann ikki standa fyri allari uppaling og læring.

Myndin:

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, svarar spurninginum frá Skúlablaðnum, um nøkur ætlan er um at hevja gomul fak aftur í fólkaskúlanum sum eitt nú samfelagsfrøði, søgu og landafrøði

Tekstur: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.