Tíðindi

Mentamálaráðið fremur avtalubrot

Skúlaárið 2016/17 fann MMR upp á tey ráð at navngeva stóran part av tímunum vegna serligan tørv til “serundirvísing” og tvíhelt um, at fyri hesar tímar skuldu ikki roknast eyka tíð

5. oktober 2018

Í ískoyti til arbeiðstíðaravtaluna stendur, at Fyri at undirvísa næmingum við serligum tørvi verða 12,5 minuttir latnir eyka fyri hvønn tíma. Hesa áseting hevur Mentamálaráðið fingið ilt eyga á, men tá ið Lærarafelagið ikki vil víkja frá avtaluni, roynir MMR í staðin við lokabrøgdum at sleppa sær undan ásetingini.

Skúlaárið 2016/17 fann MMR upp á tey ráð at navngeva stóran part av tímunum vegna serligan tørv til “serundirvísing” og tvíhelt um, at fyri hesar tímar skuldu ikki roknast eyka tíð. Lærarafelagið gjørdi vart við, at hetta var avtalubrot, og eftir tógvið stríð tók MMR boðini aftur. Fyri skúlarnar var hetta ein hvøkkur, tí tímatalið til serligan tørv lækkaði, nú eingir “bíligir” tímar vóru at taka av. Men tað ber ikki til, at lærarar við lønarmissi skulu rinda fyri sparingarnar í fólkaskúlanum.

Við skúlaársbyrjan í fjør fekk Lærarafelagið fráboðan frá lærarum í serflokkum um, at tey onga eyka tíð fingu roknaða í virksemisætlanini. Í samskifti við skúlaleiðslur kom fram, at boð vóru komin úr MMR um, at eingin eyka tíð skuldi skrásetast, og at tøknilig forðing var gjørd í virksemisforritinum, so tað bar ikki til at skráseta eyka tíðina, um so var. Felagið setti seg í samband við MMR við kravi um, at eyka tíð skuldi roknast fyri tímar í serflokkum, sum sjálvsagt eru tímar vegna serligan tørv. Hesum noktaðu tey í MMR fyri. Ein av mongu margháttligu grundgevingunum úr MMR var, at talan var um lærarar, sum arbeiddu sambært avtalu um sjálvstýrandi toymi í serflokkum, og at avtalan ógildaði ásetingina um eyka tíð. Lærarafelagið kærdi síðan til Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið gav felagnum viðhald, at avtalan um sjálvstýrandi toymi í serflokkum ikki ógildaði ásetingina um eyka tíð, og at MMR tí skuldi rætta tímaskrásetingina. Men hóast tað, so broytti MMR ikki mannagongdina, fyrr enn Fíggjarmálaráðið aftur kom upp í málið, og advokatur vegna Lærarafelagið hevði fyrireikað rættarmál.

Ein heppin avleiðing var, at MMR nú boðar frá, at undirvísingartímar í serflokkum eru játtaðir vegna serligan tørv og telja tí eyka. Men eingin orsøk er at fara upp at garta.

Skúlaárið 2018/19 er tann broyting gjørd, at Sernám ikki longur játtar skúlum tímar vegna serligan tørv. Játtanarheimildin er flutt til MMR, men í staðin fyri at játta tímar vegna serligan tørv serskilt (serflokkar undantiknir), so hevur MMR hækkað játtanina til miðfirraðar tímar úr 13 til 25%. Tað krevst eingin fregnartænasta at avdúka, at í játtanini til miðfirraðar tímar liggja nú eisini teir tímar, sum áður vóru tímar vegna serligan tørv. Tað er eingin ivi um, at MMR við hesum hamskifti metti, at nú slapst at enda undan at rinda eyka fyri tímar vegna serligan tørv.

Eisini hesa ferð mótmælti Lærarafelagið. Undirvísing vegna serligan tørv er ikki horvin, men er framvegis týðandi partur av virkseminum í fólkaskúlanum. Somuleiðis er rætturin til undirvísing vegna serligan tørv staðfestur í fólkaskúlalógini. Men meðan Lærarafelagið sigur, at tað er tørvurin hjá einstaka næminginum, sum allýsir arbeiðsuppgávuna, so vilja tey í MMR verða við, at tað er játtanin, sum allýsir arbeiðsuppgávuna. Altso, tá ið tímarnir eru játtaðir sum miðfirraðir tímar, so er eingin serligur tørvur. Eftir nógv fundarvirksemi og samskifti sendi MMR at enda skriv út til skúlarnar, at skúlaleiðslan, saman við førleikastovuni, skulu gera av, hvørjir tímar eru vegna serligan tørv, og tí skulu hava ískoyti. Lærarafelagið fer at fylgja við, hvussu tað fer at hepnast.

Hetta er lítið virðilig framferð hjá einum málaráði. Tað ringasta er tó, at MMR við hesum atburði niðurger og undirgrevur ta vitan og tað arbeiði, sum lærarar í áratíggjur hava lagt í sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum, og tað er ábyrgdarleyst.

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formann í Føroya Lærarafelag, í Skúlablað nr 5, 2018.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.