Tíðindi

Mennandi sálarfrøði løgd fram

Bókin Mennandi sálarfrøði - sálarheilsa og trivnaður í verki løgd fram í Miðlahúsinum.

2. februar 2018

Í dag verður bókin Mennandi sálarfrøði – sálarheilsa og trivnaður í verki løgd fram í Miðlahúsinum. 

Gitte Klein og Ann-Britt Fríðheim Mortensen hava skrivað bókina, sum er tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum. Bókin byggir á ástøði í positivari sálarfrøði, menningarsálarfrøði og neurosálarfrøði. Hon gevur boð upp á, hvussu til ber at arbeiða øðrvísi við sálarheilsu og trivnaði í verki og harvið betra trivnað og sjálvsvirði hjá børnum og ungum – geva teimum betri sálarheilsu. 

Bókin er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri trivnaði hjá børnum og ungum, foreldrum, námsfrøðingum, lærarum og øllum øðrum, sum eru um børn í tí dagliga. 

Á framløguni fara høvundarnir at greiða stutt frá innihaldinum, somuleiðis fara landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Rigmor Dam at siga nøkur orð.

Høvi verður at keypa bókina fyri serprís og fáa hana signeraða av høvundunum.

Øll eru vælkomin til bókaframløguna, sum verður í Miðlahúsinum í dag, 2. februar kl. 16.00. 

 

Kelda: nam.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.