Bloggur


Mennandi fakligt umhvørvi

Jógvan Vest, lesandi á Námsvísindadeildini á fyrsta ári, bloggar

25. februar 2016

Skrellimaður, saltfiskaarbeiðari, línumaður, samfelagsvísindalesandi, læraralesandi og nú bloggari. Undarligt er, hvagar lívið leiðir okkum.

Eg eiti Jógvan Vest og eri læraralesandi á 1. ári. Eg havi fingið til uppgávu at blogga eitt sindur um lívið sum læraralesandi, og tit hava fingið tann heiður at sleppa at lesa alla herligheitina.

Nú eg havi gingið á Frælsinum í eitt hálvt ár, so má eg siga, at læraralesnaðurin er ógvuliga spennandi, og ikki minst gevandi. Áðrenn eg byrjaði lesnaðin, hevði eg smakkað eitt sindur til arbeiðslívið sum lærari. Havi verið somikið heppin at arbeitt við ymsum flokkum á ymiskum floksstigum, men eisini sum einalærari undir Sernámi. Sjálvur helt eg, at tað gekk fínt, men onkuntíð merkti eg, hvussu nakin eg var á summum økjum, tá spentar støður komu í. Gaman í gekk tað fakliga væl, men sjálv vitanin um barnið og tær serstøður, ið tað kann koma í, kundi verið betri. Longu nú, eftir at hava lisið á Læraraskúlanum í eitt hálvt ár, er ein rúgva av nýggjari vitan komin innanborða. Føroyskt, námsfrøðilig sálarfrøði og barna- og ungdómsmentan hava lagt lunnar undir eina sera jaliga áskoðan til restina av lesnaðinum, og henda vitanin hevur víðkað fakliga sjónarringin. Vitanin um menningina av børnum, um avbjóðingarnar, ið hesi somu børn hava.

Piaget, Vygotsky, Chomski, Tønnesvang og so framvegis. Listin er óendaliga langur av góðum fólki, ið hava lagt lív og sál í at skilja og menna hesi børn. So kemur tann stóra uppgávan hjá okkum sum lesandi at viga og vekta hesa vitanina og gera okkum eina fatan av, hvat tramin liggur aftan fyri allar hesar kanningar og øll hesi hugtøk.

Eg havi ofta hugsað um, hvussu ólukkan summi fólk kunnu goyma alla hesa vitan og tveita vísdóm út eftir tørvi, men tað er jú onkursvegna eisini tað, ið vit sum lærarar skulu gera. Vit mugu minnast øll hesi gulkorn, ið vit hava lært, so vit kunnu geva barninum ta vitan, ið vit liggja inni við, við tí vón, at barnið onkursvegna mennist og lærir av okkum.

Tað er okkara ábyrgd sum lærarar, og tískil er tað eisini okkara ábyrgd sum læraralesandi, at vera so væl brynjað til hesa ábyrgd sum gjørligt, tá vit standa framman fyri børnunum eftir loknan lestur.

Umstøðurnar á Frælsinum eru heilt góðar, og fakliga eru okkara lærarar sera væl fyri, so tað skuldi undrað meg almikið, verða vit ikki væl brýnd um nøkur ár, tá vit átaka okkum ein stóran part av ábyrgdini av at menna komandi ættarlið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.