Tíðindi

Meira tíð eigur at verða sett av til føroyskt

Tað heldur Vár í Ólavsstovu, sum undirvísir í føroyskum á Námsvísindadeildini. Hon er av teirri fatan, at ov stutt tíð verður sett av til eitt so krevjandi fak, og hetta ger, at lesandi føroysklærarin ikki fær allar tær dygdir, ið hann átti at fingið.

24. september 2019

Í verandi skipan hava læraralesandi fyrst eitt hálvt ár við grundskeiði í føroyskum (1.-6. flokk) fyrsta skúlaárið. Tey, ið síðani velja føroyskt sum linjufak, hava føroyskt í eitt skúlaár afturat, meðan tey, sum ikki velja føroyskt, ikki hava føroyskt aftur.

Vár í Ólavsstovu er ph.d. adj. í móðurmálslærufrøði og er undirvísari í føroyskum á Námsvísindadeildini, har hon hevur starvast síðani 2013. Hon er ikki nøgd við skipanina fyri tey, sum velja føroyskt, og heldur, at meira tíð átti at verið sett av til fakið.

- Føroyskt er ein stór lærugrein, og tú skalt kunna nógv sum føroysklærari. Eg ivist í, um tey, ið koma út sum føroysklærarar í hesari skipanini, fáa nóg góðar førleikar til at skriva føroyskt og undirvísa í skrivligum føroyskum. Á læraraskúlanum hava vit m.a. ikki ta tíðina, sum skal til fyri at upplæra ein góðan tekstskrivara ella viðgera ein tekst reiðiliga á rættan, didaktiskan hátt. Tað verður skundað ígjøgnum í starvsvenjingini, har vit royna at leggja dent á, at tey læraralesandi royna seg í skrivliga kjarnuøkinum, sigur Vár í Ólavsstovu.

Hon vísir á, at tey lesandi og undirvísararnir skulu náa at fara ígjøgnum nógv tilfar upp á hetta eina skúlaárið.

- Alt verður kókað niður í tað minsta, sum ein kann loyva sær, fyri at kunna vísa á, at vit hava havt hetta og hatta ígjøgnum. Tíðarskeiðið, sum tey lesandi hava um í føroyskari bókmentasøgu, er eisini so øgiliga langt - heilt afturi frá 1840 og allan vegin til okkara dagar. Er pláss fyri t.d. talgildum tekstum, yrkistekstum og øllum tí mentanarliga, ið hartil hoyrir? spyr undirvísarin í føroyskum.

Í dag er skipanin á Námsvísindadeildini tann, at tey læraralesandi hava linjufak í øðrum, triðja og fjórða skúlaári. Hendan skipanin er komin í staðin fyri eina skipan, har tey lesandi høvdu tvey ár við linjufaki og eitt ár, har tey gingu á breytum – t.d. náttúruvísindabreyt ella hugbreyt. Um ein lesandi t.d. hevði hugvísindabreyt, so blivu ymisk evni og háttaløg tikin ígjøgnum har. Á henda hátt fekk tann lesandi amboð og eina barlast til at velja eitt hugvísindaligt fak aftaná. Hetta var ein skipan, sum Vár í Ólavsstovu dámdi betur.

- Broytingin hevur gjørt, at vit fáa minni burturúr. Grundarlagið er ikki líka gott, sum tað plagdi at vera, tí alt tað, sum var á breytunum, nú verður trýst inn í linjufakini. Tó vóru eisini aðrir vansar við breytunum, ið gjørdu, at farið var frá tí skipanini.

Vár Í Ólavsstovu hevði kunnað hugsað sær, at meira tíð varð sett av til føroyskt.

- Eg haldi, at 100 ECTS átti at verið eitt minsta mark fyri føroyskt. Tað svarar til hálvtannað ár í linjufakinum. Sum nú er gevur lærugreinin 40 ECTS, har starvsvenjingin eisini er tald við. Um fakið hevði verið økt til tað dupulta, hevði tað eisini nøktað tann tørvin, ið er. Tá høvdu vit kunnað sagt við vissu, at vit framleiða góðar føroysklærarar.

- Eg sigi ikki, at tey, sum klekjast í hesari skipanin, verða vánaligir lærarar. Men har eru nógvir førleikar, sum vit høvdu kunnað givið teimum lesandi betri frálæru í. Her eru summi viðurskifti, ið gera, at fakið nokk ikki fær ta dygd, ið eg hevði kunnað hugsað mær, sigur Vár í Ólavsstovu at enda.

Tekstur: Neli Heldarskarð


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.