Tíðindi

Meiningsleyst at skerja tímatalið uttan eina neyva ætlan

- Bara at skerja undirvísingartímatalið fyri at ganga næmingunum, sum eru troyttir, á møti, er eingin loysn, sigur Tina Jacobsen, lærari í Skúlanum á Giljanesi

28.02.2019

Tina Jacobsen er lærari í Skúlanum á Giljanesi. Hon hevur verið lærari í 20 ár, hevur undirvíst teimum trimum árgangunum í grunddeildini í tveimum umførum, har flokkarnir hava havt 10 tímar í føroyskum; hon heldur ikki, at tímatalið er ov høgt í grunddeildini.

- Vit hava havt tíð til útiskúla, at fara túrar av bygdini umframt annað spennandi, og tað hevur riggað sera væl. Tá ið flokkurin hevur 10 tímar, hevur tú møguleikar at læra meiri, men tað gevur ikki meining bara at hava nógvar tímar uttan eina ætlan. Vit mugu hugsa eina øðrvísi undirvísing inn í hesar tímarnar við til dømis meira verkligari undirvísing, verkstøðum, útiskúla, rørslu og list. Skipa vit eina fjølbroytta og spennandi undirvísing, sum næmingarnir tíma, so er tímatalið ikki ov høgt, men gert tú ikki tað, so haldi eg, at næmingarnir hava ov nógvar tímar. Tíggju tímar í føroyskum í 1. og 2. flokki, har næmingarnir bara sita niðri og skulu taka ímóti undirvísing, er ov nógv. Tíverri tykist tað so, at vit hugsa ov nógv um tímar og ov lítið um innihald, og at tað er ov lítil orka at hugsa verkliga undirvísing. Tað nyttar lítið at fáa fleiri tímar til meiri av tí sama, tað er køvandi fyri hugin at læra, og tað síggja vit ógvuliga væl í allari skúlaskipanini. Tað er rætt og slætt ov nógvir tímar, har næmingarnir skulu taka ímóti undirvísing. Eftir mínum tykki eigur lærarin altíð at hugsa undirvísingarhættir og at fanga næmingin. Bara at skerja tímarnar fyri at ganga næmingunum, sum eru troyttir, á møti, er eingin loysn, haldi eg. Eg rokni við, at ein avleiðing av skerdum tímatali verður, at vit ikki fáa hjálpt teimum veiku næmingunum eins væl.

Skúlin á Giljanesi hevur tveir 1. flokkar; í staðin fyri at næmingarnir hava 10 tímar í føroyskum, hava teir hetta skúlaárið 8 tímar, og tveir av teimum 8 tímunum er tvílæraraskipan. Enn hevur henda verkætlanin bara verið roynd eitt hálvt ár, so tað er ov tíðliga at siga, um hetta er ein betri loysn, enn um flokkurin hevur 10 tímar og ein lærara. Tina Jacobsen, sum er annar av tvílærarunum í hesi royndarverkætlanini, sær tó longu, at tað eru fyrimunir og vansar.

- Næmingarnir trívast væl í hesi verkætlanini, men eg merki væl, at tíðin ikki røkkur til tað sama, sum tá ið vit hava 10 tímar. Tað snýr seg nógv um at arbeiða við pensum og øllum tí, næmingarnir skulu ígjøgnum; tað er ikki eins nógv rúm fyri øðrvísi undirvísing og at skipa eina næmingalagaða undirvísing.

- Tað er altíð gott at hava tvílæraraskipan, ofta fær viðkomandi eyga á okkurt, sum hin ikki sær, og tað er tíð til annað; lærarin, sum hevur flokkin, fær eisini betri tíð at koma runt til allar næmingarnar samanborið við, tá ið tú ert einsamøll við einum flokki. Hinvegin, so letur tímatalið ikki upp fyri, at tað er tíð til nógv meiri enn tað fakliga, sum næmingarnir skulu ígjøgnum, og tað verður ein kapprenning við tíðina. Tað besta, haldi eg, er, at vit halda fast við tímatalið og hugsa øðrvísi og verkliga undirvísing inn í allar tímarnar.

Í frágreiðingini, sum liggur til grund fyri at lækka tímatalið í øllum flokkum í fólkaskúlanum, verða skúlastjórar siteraðir fyri at siga, at skúladagurin er ov langur, og næmingarnir virka troyttir, serliga um undirvísingin er ov nógv av tí sama. Hetta tykist verða grundarlagið fyri uppskotinum at lækka tímatalið. Tina Jacobsen er samd við skúlastjórunum í, at undirvísing, sum er ov nógv av tí sama, møðir næmingar.

- Tað kann vera, at lærarum vantar íblástur til at skipa eina undirvísing, sum er meira fangandi, fjølbroytt og verklig. Í nógvum lærugreinum er upplagt, at undirvísingin er verklig; tað tykist tó bara ov lætt at hava vanliga undirvísing í skúlastovuni. Men skal undirvísingin verða meira verklig, so krevur tað tímar; kanska kenna lærarar seg ikki nóg væl ílatnar til tað.

Tina Jacobsen ásannar, at tað er ógvuliga viðbrekið at tosa um, hvussu undirvíst verður, hvørt tað er fjølbroytt, fangandi og kreativt, ella øvut, ov nógv at tí sama.

- Lærarar kenna seg skjótt stoyttar, um kjakið verður snarað inn á, at undirvísingin ikki er nóg áhugaverd hjá næmingunum. Vit lærarar hava ikki nóg góðar møguleikar ella eru kanska ov varnir við at taka ímóti eygleiðing og hjálp, hóast bæði lærari og leiðsla hava varhugan av, at flokkurin ikki trívist ella lærir nóg væl. Í grundini eigur lærarin altíð at spyrja seg sjálvan, um undirvísingin, sum hann hevur, er nøktandi fyri allar næmingar, tí vit læra ymiskt. Tað er ringt at sannføra nógvar lærarar og leiðslur um, at øðrvísi undirvísing gevur meiri. Tað verður mangan grundgivið við at siga, at næmingarnir missa ov nógv fakligt, um undirvísingin verður øðrvísi enn vit kenna hana, men soleiðis eru mínar royndir ikki, tí eg haldi tú styrkir bæði lærugreinina og næmingin við at arbeiða meira fjølbroytt. Eg havi verið so heppin at arbeitt í toymum, har vit hava raðfest eina øðrvísi undirvísing, og vit eru samd um, at næmingarnir fáa meiri burturúr við at skipa undirvísingina øðrvísi, kanska tí teir tíma betur.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.