Tíðindi

Markið sum møguleiki ella forðing

Hetta er heitið á skeiði, ið Nordspråk skipar fyri í heyst í Finnlandi

4. februar 2020

Skeiðið er fyri lærarar, sum undirvísa í máli og bókmentum, norðurlendskum umframt øðrum áhugaðum. Skeiðið verður í døgunum 17.-19. september í Helsingfors í Finnlandi.

Í dagsins globala heimi, har fólk mangan ferðast og flyta seg úr einum landi og máløki til annað, kunnu mørkini lata upp fyri nýggjum møguleikum ella lata hurðar aftur. Evnið á heystskeiðnum er mørk, forðingar, tolsemi, møguleikar, mentanarligir munir og líkleiki, norðurlendsk mál og norðurlendskar bókmentir.

Fyrilestrarhaldararnir eru úr Finnlandi, Svøríki og Danmark, og sangluttøka verður úr Føroyum við ongum minni enn Elinborg og Jógvani. Útferðir verða gjørdar til Sveaborg, sum er á listanum hjá Unesco yvir heimsarv; tá verður høvi at hoyra spennandi søguna um markið millum eystur og vestur. Umframt verður vitjað á Kiasma, sum er listasavn við nútíðarlist.

Pláss er fyri umleið 25 luttakarum; vanliga er luttøkan ikki stór úr Føroyum, onkuntíð eini 1-2.

Nordspråk leggur dent á, at øll Norðurlond eru umboðað.

Luttakararnir búgva sera væl og bíleggja flogferð sjálv. Bústaðurin og skeiðið eru á sama stað.

Ein av fyriskiparunum er Jastrid á Dalbø, lærari í Føroyum.

Til ber at lesa meiri um skeiðið á www.nordspråk.co

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.