Tíðindi

Marin skúlastjóri í Vestmanna

Tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í Vestmanna skúla sett

26.06.2018

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í tíðaravmarkaða starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla. Marin er 44 ára gomul, tók læraraprógv í 2003 og er í gongd við diplomútbúgving innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya.

Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir á øllum floksstigum. Hon hevur starvast sum lærari  fólkaskúlanum í 14 ár, og hetta síðsta árið hevur hon verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.

Marin hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini. Marin hevur verið venjari í boccia og badminton, hevur í mong ár verið virkin í kappróðri og er nevndarlimur í Róðrarsambandi Føroya.

Marin tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 1. august 2018.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.