Tíðindi

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg sett sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri.

24.06.2021

Marin er 47 ára gomul, tók læraraprógv í 2003 og hevur tikið diplomútbúgving innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya.

Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir á øllum floksstigum. Hon hevur trý tey síðstu skúlaárini verið í starvi sum skúlastjóri í Vestmanna skúla umframt at hava verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.

Marin hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini. Marin hevur verið venjari í boccia og badminton, hevur í mong ár verið virkin í kappróðri.

Marin tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri tann 1. august 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.