Tíðindi
13.01.2023
Týsdagin í hesi vikuni byrjaðu fyrstu næmingarnir í móttøkuflokki í Runavíkar kommunuskúla. Teir yngstu næmingarnir, sum eru tríggir í tali, byrjaðu fyrst, og í komandi viku koma teir næstu fimm, sum eru í miðdeild og hádeild. Móttøkuflokkurin heldur til á bókasavninum í skúlanum á Glyvrum.
Tað var beint undan jólum, at Runavíkar kommunuskúli fekk játtað 8 skúlatímar um vikuna til móttøkuflokkin, og síðan hevur verið roynt at fyrireikað hann, soleiðis at undirvísingin kann byrja. Undirvísingarstýrið hevur játtað skúlanum tímar til royndarætlanina við teirri treyt, at móttøkuflokkurin er fyri næmingar úr øllum skúlunum á Skálafjørðinum. Fyribils er tó bara talan um næmingar í Runavíkar kommunuskúla.
- Vit hava nógvar næmingar í skúlanum, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hetta skúlaárið eru tey 44 í tali, men summi teirra hava føroysk foreldur, summi eru føroysk og hava búð nógv uttanlands, og sum eru útlendsk og hava búð leingi í Føroyum og skilja eitt sindur av føroyskum. Tey eru ógvuliga ymiskt fyri málsliga, men tey koma ikki undir tað, sum móttøkuflokkurin er ætlaður til. Umframt hesar 44 næmingarnar hava vit 8 aftrat, sum als einki skilja av føroyskum, norðurlendskum ella enskum. Tvey teirra hava franskt sum annaðmál. Tað eru hesi, sum vit skulu røkka við móttøkuflokkinum, sigur Hans Michael Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.
Næmingarnir í móttøkuflokkinum spenna víða í aldri, heilt frá 1.-9. flokk. Tað, teir hava í felag, er, at teir einki duga av føroyskum og nýliga eru komin til landið – í hesum skúlaárinum. Lærarin, sum undirvísir teimum, er í ferð við at taka eftirútbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Undirvíst verður tveir skúlatímar á morgni fýra dagar um vikuna. Av tí at byrjað verður mitt í skúlaárinum, heldur royndarætlanin fram til summarsteðg og síðan verður eftirmett. Tá ið byrjað verður aftur eftir summarfrítíðina, er hugsandi, at ymsar broytingar verða gjørdar.
- Tað er altíð roksut at fara undir nakað nýtt mitt í einum skúlaári, tí tímatalvurnar hjá lærarunum eru lagdar, alt virksemið er fastlagt og so framvegis. Harafturat er móttøkuflokkur ikki roynt áður, so vit royna okkum fram at finna ein leist. Í hvørjum einstøkum føri meta vit um, hvørt ein næmingur hoyrir heima í móttøkuflokkinum.
Í kunngerðini stendur, at tað skulu ikki vera meiri enn trý floksstig í sama móttøkuflokki. Hesa treytina lýkur móttøkuflokkurin ikki heilt.
- Vit fata um øll floksstig, í øllum førum at byrja við, men tað er hugsandi, at vit við tíðini fara at skipa flokkin øðrvísi, soleiðis at næmingarnir verða bólkaðir saman, sum eru nøkulunda í sama aldri. Fyribils mugu við laga tilboðið til næmingarnar, vit hava. Hetta er spennandi at fara undir; eg rokni við, at móttøkuflokkurin fer at gera stóran mun hjá hvørjum einstøkum næmingi sær, og verður hetta væl eydnað, sum eg vóni og vænti, so síggi eg fyri mær, at móttøkuflokkurin um nøkur ár verður væl størri, enn hann er nú at byrja við.
Kunngerðin, sum heimilar móttøkuflokki, kom fyri hálvum triðja ári síðan. Enn eru tað bara Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli og nú Runavíkar kommunuskúli, sum hava tikið stigið at seta móttøkuflokk á stovn.
- Mentamálaráðið hevur mær vitandi ikki skundað undir skúlarnar at skipa móttøkuflokk. Tað var eitt sindur av tilvild, at vit eru farin undir flokkin. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu vera í lagi, til dømis flutningur til næmingarnar, sum koma úr øðrum skúlum og so framvegis.
Sambært kunngerðini kunnu næmingarnir vera í móttøkuflokki í mesta lagi trý ár.