Tíðindi


Málið er ein gáva

Hvussu kunnu vit bøta um arbeiðið við málmenning við okkara yngstu borgarum? Tað, ungur nemur, gamal fremur. Karolina Matras, námslektari, skrivar

8. februar 2018

Nú landsstýriskvinnan hevur lýst 2018 at vera ár fyri málmenning hjá børnum, er týdningarmikið, at fleiri góð tiltøk fara at koma burtur úr.

Nógv kundi verið at trivið í, men fari eg at nerta við týdningin av vitan um málmenning sum natúrligan part av lívinum hjá børnunum, geri stutt vart við námsfrøðiligt arbeiði við tvímæltum børnum og endi við at taka fram týdningin av at stimbra smábørn í skriftmálinum.

Málmenning

Tað er sera týdningarmikið, at starvsfólk, sum eru um børnini, hava vitan um, hvussu børn ogna sær mál. Tey mugu vera før fyri at leggja til rættis gerandisdagin, soleiðis at vanliga og málsliga menningin á besta hátt verður hugsað inn í gerandisdagin hjá børnunum. Serliga fyrstu árini (0 – 6 ár) eru avgerandi fyri barnsins víðari menning. Tí er neyðugt, at hetta fer fram við spælandi tilgongdum í brúki av málinum við heildarlæring sum snúningsdepli, har tørvurin hjá einstaka barninum er í brennideplinum.

Játtan má í hesum sambandi finnast at skipa fyri skeiðum og eftirútbúgving fyri starvsfólk, ið eru um børnini, har endamálið er at styrkja vitanina hjá starvsfólkunum um málmenning hjá børnum.  Hetta skal gera starvsfólkini før fyri m.a. at arbeiða við hesum evnum:

Fortreytum fyri máltilognan
Barnsins fyrstu samskiftismenning
Barnsins hugsan og mál sum amboð til lívlanga menning
Avgerandi varðum á vegnum í mun til máltilognan, t.d., at barnið fatar málið og sjálvt brúkar málið í persónligu menning síni
Tilknýtisástøði og fyrsta tilknýti til umsorganarpersón í mun til málmenning hjá lítla barninum
Hoyrn hjá børnum í mun til málmenning
Møguleikar hjá starvsfólki at stuðla børnunum, tá tey royna at fáa samband við fólk
Týdningin av føstum mannagongdum í gerandisdegnum og málmenningini hjá børnum
Ymsir hættir at lesa fyri børnum og menning av barninum í hesum sambandi
Arbeiði við málinum við støði í viðkomandi evnum
At velja hóskandi tilfar og at menna tilfar, ið byggir undir málmenning

Tvímælt børn

Tað ræður um at fremja tilvitið hjá bæði leikum og lærdum um málmenning. Bæði hjá foreldrum, í almenninginum sum heild og serliga á stovnum fyri børn. Skal heilt stutt draga fram praktiskt námsfrøðiligt arbeiði við málmenning hjá børnum, sum eru tvímælt.

Námsfrøðiliga arbeiðið við tvímæltum børnum byggir sum fyri onnur børn á natúrliga forvitnið, ”royndarvirksemi” og víðari menning av royndum teirra. Tað týdningarmesta er at taka støði í fyritreytunum hjá barninum og geva gætur tí, ið hvør einsæris málsliga megnar.

Í hesum sambandi er vert at leggja dent á nakrar týdningarmiklar tættir:

Foreldrasamstarv
Samstarv um stuðul til barnsins málmenning
Tilvit um tvímæli hjá foreldrum og starvsfólki og í almenninginum annars
At ogna sær mál í brúki við denti á bæði innihald og form gjøgnum samskifti
Tilrættalegging av málsligum virksemi í praktiskum høpi
Málsligt og mentanarligt virksemi
Skipað málspøl
Skjalfesting
Meting av málsligu menningini hjá tvímæltum børnum

Smábørn og skriftmál

Tað síðsta eg fari at taka fram við hetta høvi er skriftmál og smábørn.

Fyrsta skriftmálið verður stundum rópt ”early literacy” ella ”fyrsta lesi- og skrivimenningin”. Nógv seta hetta enn í samband við tað at læra at lesa og skriva í skúlanum. Ivaleyst er hetta tí, at tað jú er í skúlanum vit fáa formligu førleikarnar upp á pláss. Hetta forðar tó ikki fyri, at vit kunnu byrja við at taka heilt smá børn fyri fult, tá tey spyrja um skrivaða málið, sum tey síggja alla staðni í okkara sera ”skriftmálsliga” nýmótans samfelagi. Hetta skal sjálvsagt gerast saman við talaða málinum á ein ikki uppgjørdan hátt í hóskandi umstøðum, so børn síggja, at hetta læra vit líka lætt sum at tosa. Munurin er, at tosaða málið er ósjónligt, og tá vit gera børn varug við skriftmálið, uppliva tey, at orð gerast sjónlig. Hervið fáa tey fatan av, hvussu vit brúka skrivaða orðið á sama hátt, sum tey læra brúk av talu, tá tosað verður við tey. Skriftin ger taluna og hugsanina meira ítøkiliga. Ikki er truplari hjá børnum at binda saman eitt skrivað orð av t.d. einum luti enn tað er at binda tað saman við eina ljóðmynd. Tvørturímóti hjálpir hetta børnunum at fáa eina uppliving av, hvussu málið hongur saman.

At arbeiða virkið við skrivaða orðinum við smábørnum snýr seg sostatt ikki um formliga læring av bókstavum, men um at stimbra skriftmál gjøgnum annað virksemi. Stutt og greitt, skriftmálið skal spælast inn. Hetta spæl skal altíð byggjast á barnsins fortreytir og vera partur av gerandisdegnum, eins og talaða orðið í munnligu samrøðuni við barnið tekur støði í barnsins upplivingum og teirra lívssamanhangi annars.

”Emergent literacy” er eitt samlað hugtak, sum vit kunnu siga kann verða brúkt til at greiða frá ”vitanini” hjá lítla barninum um lesing og skriving, áðrenn tað formliga lærir at skriva og skriva orð, og ikki minst uttan at barnið dugir at greiða frá, hvat tað er í ferð við at læra.

Natúrligir hættir hjá børnum at koma í gongd við fyrsta skriftmálskunnleikan eru m.a., at tey vaksnu:

Gera børn varug við týdningin skrivaða orðinum
Lata børn sleppa at uppdaga skrivingina, spæliskriva og gera sær royndir við, á hvønn hátt vit lesa
Skriva orð um leikur, aðrar gerandislutir og ikki minst skriva orð um seg sjálv og tey, ið standa teimum nær
Lata børn spæla við orðum, sum eru umráðandi fyri tey og t.d. skriva tað, tey tekna, gera orðakort  osfr.
Eru sjónligar fyrimyndir, tá tey sjálv skriva og lesa
Práta við børn, meðan lisið verður um t.d. stuttar og langar setningar í tekstinum
Lata barnið skriva nøvn á seðlar til ymisk endamál. Brúka orðini í spæli
Tosa við børn um skap og ljóð á bókstavum
Spæla spøl við børnum, har tekstur og mynd hanga eyðsýniliga saman
Lata barnið skriva post til onkran og senda
Lata barnið skriva t.d. bakiuppskriftir niður og gera innkeypslista, áðrenn farið verður at keypa
Viðurkenna barnið, tá tað roynir seg

Karolina Matras er námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon er eisini fólkaskúlalærari, serlærari við m.a. mál/talu sum sergrein og sálarfrøðingur. Hevur granskað í máli sum menningarmiðil og undanførleiki fyri lesimenning og í lesiundirvísing hjá børnum í byrjanarundirvísingini. Hevur áður arbeitt sum lærari, serlærari, talilærari og sálarfrøðingur. Seinastu nógvu árini hevur hon undirvíst læraralesandi í sálarfrøði, mál- og lesimenning/undirvísing og pedagoglesandi í málmenning.

Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum. Vit spyrja ymisk fólk, sum eru málkøn, og fólk, ið varða av økinum børn og ung, hvørji ráð tey høvdu givið landsstýriskvinnuni um tiltak, átak ella herferð, ið hevði gagnað málmenningini, umframt hvat tey halda skal til fyri at fremja tilvitið um málmenning.

Les eisini:

http://www.skulabladid.fo/játtið-pengar-til-”kom-og-les”-átak

http://www.skulabladid.fo/ein-millión-til-málmenning-er-alt-ov-l%C3%ADtið

http://www.skulabladid.fo/málmenning-hjá-børnum-–-eitt-stórt-øki-men-hvat-hevur-størstan-týdning


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.