Tíðindi

Málið í uppgávuni avgerandi fyri, um tú skilir uppgávuna

Ein roynd í støddfrøði eigur at vera ein roynd í støddfrøði. Men í PISA-uppgávunum er vandi fyri, at tað er lesiførleikin hjá næmingunum, sum verður mettur, og ikki, hvussu væl teir duga í støddfrøði, heldur granskari

15. november 2019

Tá ið tú fært eina skrivliga uppgávu í støddfrøði, kann hátturin, sum teksturin er orðaður, verða avgerandi fyri, hvussu trupul uppgávan verður at loysa. Frithjof Theens hevur í doktararitgerð síni við Umeå universitetið í Svøríki kannað málið í PISA-uppgávum í støddfrøði. Hann er komin til ta niðurstøðuna, at í nógvum uppgávum er málið óneyðuga knortlut.

PISA-kanningin verður gjørd fyri OECD og hevur til endamáls at kanna, hvussu næmingarnir í 70 londum eru fyri í lesing, rokning og náttúruvísindum. Hetta verður gjørt við námsfrøðiligum royndum, har næmingarnir fáa ymiskar uppgávur. Úrslitið av øllum kanningunum er eitt nú eitt yvirlit, sum vísir støðuna í ymsu londunum. Theens heldur, at tað er ógvuliga neyðugt at sleppa undan einum ”fløtum” máli, tá ið uppgávur verða gjørdar, ið hava til endamáls at meta um førleikarnar hjá næmingum í støddfrøði. Verður tað ikki gjørt, er vandi fyri, at tað eru førleikarnir hjá næmingunum í lesing, sum verða kannaðir, og ikki førleikarnir í støddfrøði, skrivar hann í ritgerð sínari.

Granskarin heldur, at tað er ikki nóg mikið bara at brúka stuttar setningar í tekstunum í uppgávunum fyri at gera uppgávurnar lættar at lesa. Tað eru onnur viðurskifti, sum til dømis trupul orð og trupul setningsbygnaður, sum ikki eiga at eyðkenna uppgávutekst.

Altjóða kanningar, sum til dømis PISA, verða týddar til nógv mál. Fyri at kunna brúka úrslitini í samanbering millum londini, mugu ymsu uppgávurnar kunna samanberast. Í kanningini, sum Theens hevur gjørt, er ein statisk greining av málinum í uppgávunum á svensum, enskum og týskum. Umframt hevur hann havt samrøðu við næmingar í Svøríki og Týsklandi, sum hava arbeitt við hesum uppgávunum. Kanningin vísir, at málsligir munir koma í, tá ið uppgávurnar verða týddar. Hetta ger, at torleikastigið í uppgávunum verður ymiskt í teimum trimum londunum.

Tá ið tað eru førleikar í lesing og ikki førleikar í støddfrøði, sum verða mátaðir í PISA-kanningunum, kann úrslitið verða, at gentur klára seg betur enn dreingir. Úrslitini

Í PISA, PIRLS og landsroyndum í lesing vísa nevniliga kynsmunir í førleikunum hjá norskum næmingum í lesing. Gentur hava betri lesiførleikar enn dreingir. Umframt hava tær meiri vitan um lesistrategiir og hava ein positivari hugburð til lesing enn dreingir, skrivar Lesisentrið í Stavanger.

Eitt, sum eyðkennir PISA, er, at tað í royndunum eru nógvir kontinuerligir tekstir, tað vil siga longri tekstir, sum kunnu vera lýsandi, forteljandi, upplýsandi og so framvegis. Eldri gransking hevur víst, at gentur sum heild duga betur at lesa slíkar tekstir enn dreingir. Dreingir duga betur tað, sum verður nevnt ikki-kontinuerligir tekstir, so sum grafar, myndlar, lýsingatekstir og líknandi. Harumframt vísa fleiri kanningar, at gentur duga betur at lesa fagurfrøðiligar tekstir enn yrkistekstir.

Eisini danski granskarin, Svend Kreiner frá instituttinum fyri Biostatistikk á Keypmannahavnar universiteti, hevur kannað PISA nærri. Niðurstøða hansara er, at PISA-kanningin er ikki verd pappírið, sum hon er skrivað á.

– Tú kanst ikki líta á yvirlitið, sum vísir í hvørjum londum næmingar eru dugnaligast.

Hann heldur, at málið, mentanin og átrúnaðurin hevur nógv at siga fyri, hvussu trupul ein næmingur heldur uppgávurnar eru.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.