Tíðindi

Lógarkarmurin skapar rúmd fyri, at øll børn kunnu ganga í forskúla

Tað eru kommunur, sum taka stig til at seta forskúla á stovn.

28.04.2022

Sambært fólkaskúlalógini, sum varð sett í gildi 1. august 1998, kunnu kommunur fáa loyvi at seta á stovn forskúlaflokk eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Harumframt leggur lógin áherðslu á rættin hjá barninum at koma í forskúla, har ásett er, at um kommunan hevur sett á stovn forskúla, so skal barnið eftir áheitan frá foreldrunum, verða skrivað inn í forskúlan í tí álmanakkaári, ið barnið fyllir seks ár ella seinni. Eisini er ásett, at í teimum kommunum, sum ikki hava møguleika at stovna sjalvstøðugan forskúlaflokk, so skal barnið fáa høvi at koma í 1. flokk, og at undirvísingin í teimum smáu skúlunum í forskúlaflokki, 1. og 2. skúlaári kann verða samskipað.

Uttanríkis- og mentamálaráðið er eftirlitsmyndugleiki, tá ið talan er um alt skúlaverkið, eisini forskúla; tá ið vit spyrja, um tað er hugsandi, at forskúli fer at verða eitt krav í og við, at so nógvir forskúlar eru settir á stovn og fleiri eru á veg, verður sagt, at tað er ein góð skipan, at vit sum samfelag hava báðar møguleikar, har foreldur í samráð við dagstovn og skúla kunnu taka støðu til, hvat er best fyri barnið, um barnið skal halda fram í dagstovni ella fara í forskúla. 

- Spurningurin er, hvat er best fyri barnið. Avgerðin eigur at verða tikin við fyriliti fyri heildarmenningini hjá barninum, har málsligi og sosiali førleikin hjá barninum eiga at verða partur av avgerðini. Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri valið, m.a. hølisligu umstøðurnar, skúlastødd og skipan og høglig atgongd til uttanduraøki og upplivingar í náttúruni, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Tað eru kommunurnar, sum taka stig til at seta forskúla á stovn.

- Tað eru uttan iva eisini skúlar, sum heita á kommunurnar um at skipa forskúlaflokk. Sera umráðandi at hetta verður gjørt í samstarvi millum skúla og kommunu.

Kommunurnar søkja Uttanríkis- og mentamálaráðið um loyvi, og loyvi verða játtað sambært § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini. Forskúlatilboðið skal fylgja ásetingunum í kunngerðini um skipan og læring í forskúla sum heild. Víst verður ítøkiliga á, at forskúlin er sameindur partur av byrjanarundirvísingini, og dentur eigur at verða lagdur á, at virksemið verður skipað við fyriliti fyri menningarstøðinum hjá einstaka barninum, og at forskúlin í øllum sínum virksemi stuðlar fjølbroyttu menningini og støðugu lærutilgongdini hjá einstaka barninum, so at barnið fær nøktandi umstøður, har tað kann menna sítt forvitni, skapanargleði, sosialu førleikar og hugin at læra. Eisini skal skúlin skipa so fyri, at innihaldið er í samsvari við kunngerðina.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.