Tíðindi

Lítliskúli er nærleiki

Í sjálvsognarstovninum Lítlaskúla við Hoyvíksvegin í Havn leggja tey sum aðrastaðni, har tey hava forskúla, dent á at læra børnini at lurta, hoyra mun á ljóði, læra rím og ramsur, skilja byrjanar- og endaljóð, bókstavir og tøl og alt tað, ið er sjálvt støðið undir barnaskúlanum

26.04.2018

Lítliskúli – gamli Adventistaskúlin í Havn – varð stovnaður í 2016 og fevnir um forskúla, frískúla og frítíðarskúla við til samans 43 næmingum, átta lærarum og námsfrøðingum og tveimum húsum.

   Skúlin er skipaður við forskúla og upp til 7. flokk, men her er eingin 7. flokkur enn, tí skúlin er so nýggjur. Her er forskúli og upp til 4. flokk sum nú er. Tey byrjaðu við forskúla, og so var 1., 2. og 3. flokkur saman. Tey taka inn úr forskúlanum, og tað veksur líðandi upp í 7. flokk.

   Í Lítlaskúla ganga í løtuni 13 børn í forskúla, 12 eru í 1. flokki, og 18 ganga í 2., 3. og 4. flokki, sum eru saman í einum bólki í felags høli.

   Tað skal vera stuttligt hjá børnunum at vera í forskúla, og tí læra tey at trína inn í ta "lærdu" verðina við spæli. Tíðin í forskúlanum er ikki skipað í nakað ávíst tal á minuttum. Verður í forskúlanum í Lítlaskúla hildið, at børnini hava brúk fyri einum hálvum tíma ella tjúgu minuttum til at læra nakað við at spæla, so verður gjørt júst soleiðis. Tíðin verður lagað eftir barnsins tørvi.

   Jú, tey skulu læra at lurta, og tí verða til dømis framhaldssøgur lisnar fyri teimum, og tey læra, hvat hesi ymsu orðini í søgunum merkja. Tey spæla øll tey gomlu skúlaspølini, og hóast tey ikki duga at lesa, duga tey skjótt at avlesa nøvnini á hvørt øðrum, tá ið onkur stavur kemur upp á talvuna.

   Her eru 13 børn, sum millum annað kunnu sita í rundingi og soleiðis hava eygnasamband við hvørt annað.

   - Og følir tú, at eitt barn er eitt sindur friðarligt, kanst tú spyrja tað, um tað hevur okkurt at siga og soleiðis læra tað at seta orð á, sigur Jenny Winther Poulsen lærari og leiðari í Lítlaskúla.

   - Frítíðarskúlin hjá Lítlaskúla er opin eftir skúlatíð, men vit hava tætt samband við skúlan; eg eri her 35 tímar um vikuna, og so nógv er frítíðarskúlin ikki opin, sigur Guðrun Horn, námsfrøðingur og deildarleiðari í frítíðarskúlanum. Umframt at vera námsfrøðingur er Guðrun Horn motorikkvegleiðari. Hon útinnir sítt sera týðandi yrki í samstarvi við Katrina Bjarnadóttir, námsfrøðingi, sum haraftrat er nakað so týdningarmikið í skúlahøpi sum talupedagogur. Starvsliðið í Lítlaskúla spennir altso víða.

   Guðrun Horn er her eisini fyrrapartin og hevur rørslu tvær ferðir um vikuna í fimleikarhøllini saman við hinum børnunum í skúlanum. Árið í ár er málmenningarárið í námsfrøðiligum høpi, ár fyri málmenning hjá børnum. Guðrun Horn fortelur, at her sum aðrastaðni hava summi børn málsligar trupulleikar, og sum námsfrøðingur veit hon, at tey kunnu arbeiða miðvíst við rørslu, sum tey hava prógv fyri, at tað riggar. Hon vísir á, at Elin Nielsen, lesivegleiðari, sigur, at tað er stórur munur á, síðan tey byrjaðu við føstum skema til nú.

   Jenny Winther Poulsen, leiðari, er væl nøgd við ta dagligu gongdina í Lítlaskúla.

   - Tað gongur sera væl, og tað er tað perfekta toymið, sigur hon, og hinir báðir lærararnir í hesum toymi, Gunnvá Mohr og Gunvør Hofgaard taka undir við henni, tí tær vátta, at tey hava glað og nøgd foreldur og glaðar næmingar, sum tíma at vera í skúla um dagarnar.

   Sum skilst trívast børnini í nærleikanum í Lítlaskúla við Hoyvíksvegin í Havn. Skúlin veksur, tí her eru børn uppskrivað fleiri ár fram í tíðina.

Myndin:

Hesar fimm, frá vinstru, Guðrun Horn, námsfrøðingur, Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur, Gunnvá Mohr, lærari, Gunvør Hofgaard, lærari og varðaleiðari, og Jenny Winther Poulsen, lærari og leiðari, eru sera væl nøgdar við ta dagligu gongdina í Lítlaskúla í Havn

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.