Tíðindi

Lítil áhugi at granska í skúlaviðurskiftum

Vilja vit menna eitt ávíst øki við gransking, er ein vegur at raðfesta politiskt við eini oyramerktari játtan. Tað sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

16.08.2021

Nú um dagarnar kunngjørdi Granskingarráðið, hvørjar verkætlanir fáa granskingarstuðul; 10 spennandi verkætlanir, sum taka støði í vinnu, jarðfrøði, heilsu, sjúkrarøktarfrøði, málfrøði og øðrum. Eingin av verkætlanunum tekur støði í útbúgvingarøkinum ella skúla og undirvísing sum heild, og frammanundan eru sera fáar verkætlanir stuðlaðar á økinum. Hetta kann undra, tá ið vit vita, at tað ferð eftir ferð verður víst á tørvin á gransking í føroyskum viðurskiftum á júst hesum økinum, og tað í sama viðfangi verður sagt, at vit hava hópin av dátu at granska út frá, so sum PISA-kanningar gjøgnum fleiri ár eins og landsroyndarúrslit.

Eisini stjórin í Granskingarráðnum, Anniku Sølvará, hevur bitið merkið í hetta:

- Tað er spell, at vit ikki stuðla fleiri verkætlanum á hesum økinum, tí tørvurin er eyðsýndur.

Annika Sølvará hevur eitt boð uppá, hví so er; tað skyldast í størstan mun, at tað eru fáar ella ongar umsóknir á økinum, í øðrum lagi, at tær ikki verða mettar at vera nóg góðar.

- Kapping er gaman í um pengarnar, men tað hevði verið møguleiki at fingið stuðul, um fleiri umsóknir vóru sendar inn, sum vóru væl gjøgnumarbeiddar og høvdu nóg dyggan stuðul við sær.   

Granskingarráðið fær fyrispurningar frá fólki, sum vilja granska á hesum økinum, men ikki nógvar.

- Tá eitt granskingarøki ikki er sterkt frammanundan, skal tað meira til enn annars at kveikja nýggjar spírar og fara undir nýtt virksemi. Vantandi arbeiðs- og fíggjarorka er ein av stóru avbjóðingunum á hesum økinum, men eisini vantandi royndir.

Eftir at seinastu verkætlanirnar fingu játtað stuðul, hevur Bogi Bech Jensen, formaður í Granskingarráðnum, úttalað seg um játtanarkarmin, sum hann metir er alt ov lítil. Annika Sølvará er samd við Boga Bech Jensen. 

- Høvdu vit fleiri pengar til stuðul og møguleika at stuðla við størri upphæddum, so høvdu vit fingið meira og betri gransking sum heild. Sum er verður tað ov langt millum verkætlanirnar á sama øki og nakað smábýtt við pengum. Vilja vit menna eitt ávíst øki við gransking, er ein møguleiki, at hetta verður raðfest politiskt við eini oyramerktari pulju til at seta fólk við. Puljan má vera í hampuligari stødd og kann eftir avtalu játtast til ein av verandi stovnum – í hesum førinum Setrinum – við greiðum avtalum um, hvørji øki talan er um. Tað verður einki øki bygt upp bert við stuðli frá Granskingarráðnum, men tað, sum vit kunnu stuðla við, ger tó sera góðan mun. Tað sæst við at hyggja at hópinum av granskarum í Føroyum í dag. Ein stórur partur hevur fingið stuðul til part av síni yrkisleið hiðani.

Hyggja vit at yvirlitinum, hvørjar verkætlanir fingu stuðul í fjør, so vóru 3 av teimum 29 verkætlanunum, sum fingu stuðul, innan undirvísing og skúla. Hesar vóru smærrri verkætlanir, sum fingu stuðul frá serliga COVID-19-átakinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.