Tíðindi

Lítil munur á lønum hjá stakum uppihaldarum

Tá skattur og avgjøld eru drigin frá, er lítil munur á mánaðarlønini hjá einum arbeiðara, einum lærara og einum løgtingslimi.

20.12.2023

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, um fíggjarstøðuna hjá lág- og miðalløntum. Løgtingskvinnan vil vita, hvussu fíggjarstøðan sær út hjá støkum arbeiðara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn upp á 20.000 kr., hvussu fíggjarstøðan sær út hjá støkum lærara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 38.524 kr., og hvussu fíggjarstøðan sær út hjá støkum løgtingsfólki í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 42.875 kr. Somuleiðis vil løgtingskvinnan vita, hvørjar almannaveitingar, hjálparpakkar v.m. hesir bólkar hava rætt til, og hvørjar upphæddirnar er.

Landsstýriskvinnan svarar, at fíggjarliga  støðan  hjá  húskjum  er  sum  kunnugt  treytað  av  inntøkum  og  útreiðslum,  sum familjan  hevur.  Útreiðslur  eru  sjálvsagt  ymiskar  frá  húski  til  húski,  og  tí  fevnir  hetta  svarið einans um inntøkur, skattaútreiðslur og stuðulsskipanir til stakar uppihaldarar. Les alt svarið frá landsstýriskvinnuni her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10664

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.