Tíðindi

Lærucaféir kveikja hug til skúlan

Lærucaféir, har tíð er til hugna og skúlating, bøta um trivnaðin hjá næmingum, sum ikki eru væl fyri sosialt, fakliga ella persónliga, vísir nýggj eftirmeting. Skúlar boða frá, at næmingar, sum ganga á lærucafé, gerast virknari í undirvísingini og skapa nýggjar felagsskapir

04.10.2019

Fleiri og fleiri hendur eru at síggja í skúlastovunum á Tingkærskúlanum í Odense. Næmingar, sum hava tað eitt sindur trupult í skúlanum, eru nevniliga vorðnir virknari í flokkinum, bæði fakliga og sosialt, eftir at teir eru byrjaðir á lærucafé. 

- Næmingarnir siga meiri í tímunum. Teir duga betur at samskifta og siga frá, um teimum tørvar hjálp. Teir tora betur at taka lut í undirvísingini. Vit síggja og hoyra, at eyka hendur hava verið um tey, og at fleiri vaksin hava havt tíð til teirra. Næmingarnir eru vorðnir hoyrdir, og tað ger, at teir eisini fakliga eru betur fyri, sigur Lene Mumm Lanther, kontaktlærari á lærucaféini á Tingkærskúlanum.

Hetta árið lærucaféin hevur verið til eftir skúlatíð, eru teir tólv næmingarnir, sum hava meldað seg til, eisini farnir at trívast betur saman við hinum næmingunum.

- Summir næmingar hava ilt við at fóta sær sosialt í flokkinum, men eftir at teir eru farnir at ganga á lærucafé, er tað batnað munandi.

Tað var ungdómsdeildin hjá danska Barnabata sum í 2015 setti lærucaféina á stovn sum eina royndarverkætlan í fimm skúlum. Síðan er verkætlanin víðkað til at fata um 50 caféir. Endamálið er at hjálpa næmingum, sum hava tað trupult, við at trívast betur bæði fakliga og sosialt. Tað eru sjálvboðin, sum undirvísa á caféunum; vanliga eru tað læraralesandi ella onnur lesandi í aldrinum 20 til 30 ár. Saman við teimum sjálvbodnu venja næmingarnir fakligar førleikar gjøgnum ymiskar venjingar, og næmingarnir fáa eisini hjálp til skúlatingini.

Eftirmetingin av lærucaféunum staðfestir, at næmingarnir, sum hava tikið lut á hesum caféunum, trívast betur fakliga og sosialt eftir at hava gingið har eina tíð. Eftirmetingin, sum byggir á 98 svar frá næmingum í 3.-9. flokki í tíggju skúlum, vísir eisini, at meiri tíð næmingarnir brúka á caféini, betri verður teirra fakliga sjálvsálit og sosiali trivnaður.

- Vit hava spurt næmingarnar, um tey sjálvbodnu duga at hjálpa teimum og skilja avbjóðingarnar, tey hava, og tað svara tey øll játtandi til, sigur Mikkel Giver Kjer, sum hevur staðið fyri eftirmetingini fyri Det Nationale Forsknings- og Analysecenter.

Kelda: folkeskolen.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.