Tíðindi

Læring við støði í einstaka næminginum

Lærarar hava óivað sama mál: At røkja sín leiklut sum undirvísari á slíkan hátt, at hvør næmingur fær sum mest burtur úr undirvísingini. Ymsir hættir eru hjá lærarum at skipa undirvísingina til tess at røkka hesum máli. Ein máti at skipa undirvísingina er at brúka Ugeskemarevolutionen, á føroyskum nevnt tímatalvubyltingarhátturin ella brotin tímatalva

22.01.2020

Hvat er tímatalvubyltingarhátturin?

Skúlablaðið hevur tosað við ein fólkaskúlalærara, ið undirvísir 7., 8., og 9. flokki í støddfrøði. Hann hevur valt at brúka tímatalvubyltingarháttin sum grundarlag undir undirvísingini.

Fólkaskúlalærarin, saman við øðrum lærarum í sama skúla, var á skeiði í septembur mánaði. Hetta fyri at gera seg kunnugan við at brúka tímatalvubyltingarháttin. Vanliga verður hetta bjóðað út sum tvey skeið við tíðarbili ímillum, men í hesum føri vórðu bæði skeiðini koyrd saman í eitt.

Tímatalvubyltingarhátturin er ein lutfalsliga nýggjur máti at skipa undirvísingina uppá. Við hesum gerst tað møguligt at tillaga undirvísingina og samstundis taka teir næmingar uppí, sum kanska hava eina avbjóðing við ávísari lærugrein.

Tímatalvubyltingarhátturin snýr seg í stuttum um, at allar uppgávur, sum næmingarnir skulu gera gjøgnum vikuna, standa á eini tímatalvu til at krossa av í. Uppgávurnar eru, at byrja við, eins fyri allar næmingarnar. Men her kann lærarin eisini tillaga støðið á uppgávunum, alt eftir hvussu einstaki næmingurin er fyri fakliga. Næmingar arbeiða ikki við somu ferð, og næmingar, ið ikki eru so sterkir í ávísari lærugrein, kunnu fáa meira burturúr við at arbeiða í tí ferð, sum fellur teimum lættast. Við hesum kunnu næmingarnir avbjóðast á tí støði, teir eru á.

Fólkaskúlalærarin sigur, at tað stendur næmingunum frítt at velja, í hvørjari raðfylgju uppgávurnar verða loystar. Hvør næmingur hevur eisini ein kubba við sínum navni á. Er tað soleiðis, at næmingurin tørvar hjálp frá læraranum, so setur næmingurin navnakubban við talvuna. Næmingurin kann so halda fram við einari aðrari uppgávu, ímeðan hann bíðar eftir læraranum. Men ein týdningarmikil partur er “spyr makkaran”. Hugskotið við hesum er, at næmingarnir spyrja hvønnannan, áðrenn teir spyrja læraran. Ein greiður fyrimunur við hesum er, at næmingarnir læra seg at orða seg munnliga um uppgávur og úrslit, og hetta kann økja um læruúrtøkuna hjá næmingunum.

Hvussu tóku næmingarnir ímóti arbeiðsháttinum?

Fólkaskúlalærarin sigur, at næmingarnir tóku væl ímóti hesum mátanum at arbeiða uppá. Tað, at sleppa at velja frítt, í hvørjari raðfylgju uppgávurnar verða gjørdar, er ein motivasjónsfaktorur. Lærarin tryggjar sær, at uppgávurnar verða loystar við at tosa við næmingarnar og síggja uppgávurnar.

Tvær vikur eftir at tey vóru byrjað at arbeiða, vórðu foreldrini boðin á foreldrafund, har tey blivu kunnað um henda arbeiðsattin. Tey fingu frágreiðing um, hvussu tað gongur fyri seg, og foreldrini fingu eisini høvi at spyrja nærri um hetta; móttøkan av undirvísingarháttinum var yvirhøvur góð.

Fólkaskúlalærarin sigur at enda, at ein fyrimunur við at arbeiða á henda hátt, er, at tað gerst lættari hjá læraranum at røkka hvørjum einstøkum næmingi. Lærarin kann við at samskifta við hvønn næming sær síggja og loysa trupulleikar, ið møguliga eru, og eisini at næmingarnir sleppa at arbeiða á sín egna máta.

Tekstur: Durith í Homrum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.