Tíðindi

Lærarin tosar danskt

Lærarin skal vita, hvussu gerandisvitanin hjá næmingunum kann brúkast fakliga. Lærarin skal duga at improvisera, sigur danska Gry Damgaard, sum hevur verið í starvsvenjing í Føroyum

26.10.2017

Móðurmálið hjá næmingunum í 6. flokki er føroyskt, so at tímarnir í donskum vórðu undirvísing í einum fremmandamáli, og undirvísingin í hinum fakunum fór fram á einum fremmandum máli, sigur Gry Damgaard Nielsen í sínum starvsbachelorprosjekti í sambandi við læraraútbúgvingina í Aalborg á University College Nordjylland. Hon hevur verið í starvsvenjing í Føroyum.

Yvirhøvur skiltu næmingarnir hjá henni danskt og dugdu at tosa danskt. Avbjóðingarnar vístu seg, tá ið gerandismálið ikki rakk longur. Serliga avbjóðandi vóru frøðiorðini í støddfrøði og náttúru og tøkni.

- Mín tvørrandi kunnleiki í føroyskum elvdi til dynamikk, avmarking og natúrligar metamálsligar samrøður um faklig fyribrigdi, sigur Gry Damgaard fyri danska skúlablaðnum "Folkeskolen". Greinin stendur í blaðnum 27. september í ár.

Gry Damgaard var upptikin av tí nýggja málinum og teirri nýggju mentanini. Tað var hon, ið tosaði eitt fremmant mál, og saman við næmingunum fekk hon roynt seg í føroyskum, sum næmingarnir tosaðu, og næmingarnir fingu roynt seg í donskum, sum hon tosaði.

Hon fortelur í prosjektinum hjá sær um undirvísingargongdina og analyserar gongdina. Næmingarnir skuldu til dømis vísa sína sjangruførleika við sjálvir at gera uppgávur í støddfrøði. Uppgávurnar vórðu gjørdar á føroyskum og síðani umsettar til danskt. Endamálið við hesum tvíbýti var at fáa skipað tey sjangruteknisku liðini og samstundis vera so lítið bundin at málinum sum til bar. Seinni varð kravt nógv av tí førleikanum hjá teimum føroysku næmingunum í 6. flokki í donskum. Málið er í hesum partinum av tilgongdini merkt av rekonstruktión ella konstruktión, og tað krevur neyvan kunnleika til málini.

Dømi um væleydnaða uppgávuorðing høvdu verið, at sagnorðini vórðu brúkt í boðshátti. Nógvir næmingar fingu ikki skapt sína egnu uppgávu og stuðlaðu seg tí til uppgávuorðingar í grundbókini. Avbjóðingarnar tóku seg tó upp av álvara í royndini at umseta til danskt.

Samband skal knýtast millum tær funktionellu málsligu royndirnar hjá næmingunum og ta málfatan, ið verður kravd av teimum í lærugreinunum.

Tær metamálsligu samrøðurnar eru serliga týdningarmiklar í byrjanini av undirvísingini, tá ið næmingarnir skulu hava sína málsligu fatan aktiveraða.

- Við felags málmenning av máli um mál verður tað fjalda sjónligt, og fokus verður millum annað í sjangrupedagogikkinum á teir valmøguleikar, ið eru tøkir. Tað krevur, at lærarin hevur nógvan sjangrukunnleika, tí tað er treytin fyri at kunna bera vitan víðari um tann strukturin, ið ber tekstin. Næmingar, ið verða meiri varugir við málsins reglur, kunnu laga seg eftir teimum og fáa soleiðis møguleika fyri at savna seg um málið sum óheftir málbrúkarar, sigur Gry Damgaard Nielsen.

Kelda: folkeskolen.dk

Myndin:

Gry Damgaard Nielsen úr Aalborg hevur verið í lærarastarvsvenjing í Føroyum. Hon sigur í sínum starvsbachelorprosjekti í sambandi við læraraútbúgvingina í Aalborg á University College Nordjylland, at lærarin skal vita, hvussu gerandisvitanin hjá næmingunum kann brúkast fakliga

Tekstur: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.