Tíðindi

Lærarin skal stimbra, eggja og kveikja næmingar til sjálvstøðuga hugsan og lærdóm

- Næmingar skulu við øðrum orðum læra og menna grundleggjandi førleikar og sjálv finna fram til neyðugu vitanina, sigur Hans Holm, fyrrverandi lærari á Læraraskúlanum.

02.12.2020

Skúlablað nr 5, 2020, sum kom út í oktober, varpar ljós á læraraútbúgvingina. Ein teirra, sum kemur til orðanna í blaðnum, er Hans Holm, sum í ein mansaldur undirvísti á Føroya Læraraskúla. Hóast árini eru vorðin 83, og maðurin farin frá fyri nógvum árum síðani, er sinnið framvegis ungt og intellektuelli broddurin hvassur. Í samrøðuni hugleiðir Hans um týðandi leiklutin, uppgávuna og yrkið sum lærari, um tíðina fyrr og nú og um framtíðina. Hann er ikki í iva. Ein lærari er ein lærari, og hann skal undirvísa. Og júst tí er tað av sera stórum týdningi at gera sær greitt, heldur hann, hvat liggur í hugtakinum at undirvísa.

- Tað var mín góði vinur Jens Peter Møller, undirvísari á Jelling Seminarium, sum einaferð segði, at “en lærers fag er at være lærer”. Orðini fullu í sambandi við kjak um fakligar førleikar og vitanarstøðið hja børnum og ungum fyrr og nú. Tað kveikti í nógvar tankar, tí vit kunnu spyrja, hvat tað merkir at undirvísa? Hjá mær er eingin ivi. Uppgávan er ikki at undirvísa við tí endamáli, at næmingarnir skulu duga fakið og øll vísindi uttanat.

Tað var sálarfrøðingurin Heri Kragesteen, sáli, sum einaferð segði: “At læra uttanat er tað sama sum uttan-at-læra.”

Hans Holm er púra samdur við hesum.

- Tá eg sjálvur gekk í skúla sum barn á Tvøroyri ráddi um at duga uttanat og endurtaka tað, sum stóð í lærubókini. Men eingin spurdi um mína meining, tíansheldur um eg veruliga lærdi nakað. Teir flestu lærararnir undirvístu ikki, teir avhoyrdu næmingarnar. Tað ráddi um at duga tekstin  uttanat. Tað er ikki góð undirvísing, men soleiðis var tíðin tá og tann gamli skúlin, sigur Hans.

Sjálvur hevur hann heilt aðrar og grundleggjandi tankar um undirvísing og læring. Tankar, sum hann øll árini royndi at føra út í lívið, tá hann undirvísti komandi lærarum á Føroya Læraraskúla.

- Góð undirvísing hevur frálærufrøðina fremst í huga. Uppgávan er didaktisk. Hon er at undirvísa, læra og menna tey lesandi, so tey meistra kynstrið at undirvísa og ikki neyðturviliga at duga fak og vísindi uttanat. Tað er bara ein síðuvinningur at vera stinn ella stinnur í sínum faki og duga uttanat, heldur Hans og leggur speiskliga aftrat, at tað er vrøvl, tá sagt verður, at ungdómurin visti betur fyrr, enn hann ger nú.

- Tað passar ikki. Gud gjørdu tey ei, sigur hann hvassorðaður.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 5, 2020


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.