Tíðindi

Lærarin má hava greiðar reglur í svimjitímunum

- Fyrimunurin við greiðum reglum er, at næmingurin skjótt sær, at tað nyttar einki at gloyma svimjiklæðini eftir. Tað sigur Annika Katrin Joensen, svimjilærari.

11.07.2018

Sleppa næmingarnir ov ofta undan at svimja í grunddeildini, verður tyngri at seta teimum krøv í hægri deildum. Hinvegin kunnu tað vera ymiskar orsøkir til, at eitt barn ikki vil svimja, eitt nú, at holdið ikki tolir klor, ella at tú hevur einhvørja húðsjúku.

- Har eru mínar royndir, at í góðum samstarvi við foreldrini ber til at hjálpa hesum børnum á leið í svimjingini. Men sum heild er tað umráðandi, at næmingurin ikki bara sleppur undan at svimja.

- Í okkara skúla er tað soleiðis, at næmingarnir hava svimjing longu í forskúlanum. Tað er ómetaliga gott fyri teir. Tað merkir, at flestu næmingar eru vanir við svimjing, tá ið teir fara í fyrsta flokk. Onkur er, ið ikki hevur svomið so nógv, men við góðari hjálp er skjótt at koma á lagið. Vit vita eisini, at allir skúlar hava ikki svimjihyl, og mínar royndir eru, at tað sæst aftur, tá ið hesi børn skulu svimja saman við børnum, ið eru von við skúlasvimjihyl. Svimjing er heldur ikki kravd lærugrein í fyrsta flokki, men í okkara skúla verður svimjing raðfest frammarlaga, og tí hava næmingarnir svimjing longu í fyrsta flokki. Eg fari at mæla øðrum skúlum til, um tað á nakran hátt letur seg gera, at hava svimjing og ítrótt longu í forskúlanum, tí tað er ómetaliga mennandi fyri næmingarnar.

- Á ein hátt kann svimjing samanberast við lesing, tess betur tú kemur í gongd, tess betur verður tú fyri seinni í skúlaskipanini. Okkara svimjitímar eru stuttir, 45 min. hvør. Næmingarnir koma skjótt eftir, at teir skulu skifta rímiliga skjótt. Í fyrsta flokki hava teir ikki sjampo og balsam við, og genturnar hava vanliga hárið í hestahala ella flættu. Heitt verður á foreldrini um at lata barnið í klæði, sum tað sjálvt evnar at lata seg úr og í. Tað er eisini umráðandi, at næmingarnir duga at sápa og brúsa sær. Vit hava greiðar reglur á hesum øki.

Støðan hjá læraranum til lærugreinina hevur nógv at siga, heldur Annika.

- Nógv byrjar við læraranum. Eg havi svomið heilt frá barnsbeini, og tá eg í síni tíð fór í læraraskúla, ivaðist eg onga løtu í, at eg skuldi taka svimjilæraraprógv. Eg var so heppin, at eg slapp at undirvísa í svimjing, tá ið eg gjørdist lærari. Tað, ið er serligt við at vera svimjilærari, er gleðin um at síggja næmingarnar, ein fyri og annan eftir, læra at halda sær uppi, flóta og svimja. At síggja menning teirra er ómetaliga gevandi og gleðiligt fyri meg sum lærara.

Les alla samrøðuna við Anniku Katrin Joensen í seinasta Skúlablaði.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.