Tíðindi

Lærarin má eisini trívast!

Tíbetur verður nógv ljós varpað á, hvussu týdningarmikið tað er, at næmingarnir trívast í skúlanum. Skúlin er so stórur partur av gerandisdegnum, og tí er avgerandi, at næmingarnir hava tað so gott sum yvirhøvur gjørligt, tá ið teir eru í skúla. Men hvussu við lærarunum? Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

03.08.2021

Lærararnir verða ikki líka ofta nevndir, tá ið tað snýr seg um trivnað í fólkaskúlanum. Um tað bara verður tikið fyri givið, at lærararnir trívast, veit eg ikki, men eg veit, at trivnaðurin hjá lærarum eisini eigur at fáa hægstu raðfesting.

Hvat er tað so, sum ger, um lærarar trívast ella ikki í sínum arbeiði? Ja, ein stórur spurningur, og eg eri ikki serfrøðingur á økinum, men eg kann koma við nøkrum boðum og tankum.

Fyrst havi eg hug at nevna undirvísingartímatalið um vikuna. Verða lærarar settir at undirvísa 28-30 tímar um vikuna, er vegurin til mistrivnað øgiliga skjótur. Arbeiðsbyrðan verður ov møtimikil, og ein avleiðing av ov stóru arbeiðsbyrðuni er tíverri ofta, at tað gongur út yvir sálarheilsuna hjá læraranum, og úrslitið er strongd. Hetta er ikki bara eitt uppáhald, men tíverri ein staðfesting. Tí má ein bara undrast, tá ið lærarar verða settir at undirvísa so nógvar tímar. Í síðsta enda vinnur eingin, tá ið tað verður gjørt.

Gott stev ímillum lærarar og leiðslu er eisini ein fortreyt fyri trivnaði. Tá ið tú sum lærari kennir, at leiðslan tekur teg við upp á ráð og vísir tær álit og ábyrgd, eru útlitini fyri trivnaði so øgiliga nógv betri. Báðir partar, lærari og leiðsla, fáa sjálvandi nógv meira burtur úr einum samstarvi, sum er eitt veruligt samstarv. Leiðslan hevur avgerðarrættin, tí tað er jú m.a. tað, hon er sett til, men fyri tað er týdningarmikið, at talan er um samstarv og samarbeiði, har báðir partar verða hoyrdir.

Tað er eisini týdningarmikið, at lærarin sleppur at undirvísa í tí, sum hann er útbúgvin til og dugir best. Serliga sum nýútbúgvin er umráðandi, at lærarin so nógv, sum tað yvirhøvur ber til, verður settur at undirvísa í tí, sum hann helst vil. Ein nýútbúgvin lærari hevur av góðum grundum ikki somu royndir sum ein lærari, sum hevur verið í starvi í nøkur ár, og av tí sama er allarhelst lættari hjá einum royndum lærara at taka onkra óvæntaða uppgávu á seg. Tað kann sjálvsagt ikki vera eitt krav, at lærarar fáa øll síni lærugreinaynski uppfylt, men helst skal tað vera soleiðis, at størri parturin av tímatalvuni er tað, sum lærarin hevur ynskt sær. Í slíkum føri er eisini nógv hugaligari at taka onkra uppgávu á seg, sum kanska ikki akkurát er tað, ein hevði ynskt sær.

Hetta vóru so nakrir tankar um læraran og trivnað. Ivaleyst eru nógv onnur viðurskifti at tríva í hesum sambandi, men tað verður eina aðru ferð.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.