Bloggur

Læraraviðføristaskan

Eyðbjartur Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri, bloggar

19.02.2020

”Til lukku, tú hevur staðið og er nú vorðin lærari.” Hetta vóru fyrstu orðini, eg fekk við mær í læraraviðføristaskuna. Tað var vegleiðari mín, ið ynskti mær til lukku.

Eg var, sum vera man, ógvuliga glaður, spentur og ikki sørt errin, tí eg nú var liðugur við útbúgvingina. Eg kundi nú kalla meg lærara. Nú var klárt at søkja starv og fara út at arbeiða. Eg visti nú alt, sum eg hevði tørv á at vita. Eg kendi jú Vygotsky, Piaget, Gardner, Hiim & Hippe og nógvar aðrar ástøðingar. Hesir vóru teir, ið skuldu vera við til at mynda meg sum lærara. Hetta var vitan, ið eg hevði nomið mær á Námsvísindadeildini, og hetta varð pakkað væl í læraraviðføristaskuna.

Eg havi leingi ætlað mær at gerast lærari. Tá eg gekk í 5. flokki, minnist eg, at flokslærarin gav okkum eitt avrit av eini síðu úr eini vinabók. Á avritinum skuldi eg m.a. svara, hvat eg ætlaði mær at starvast við sum vaksin. Svarið hjá mær, longu tá, var lærari. Eg eri vísur í, at mín uppliving av teimum lærarum, eg møtti fyrstu fimm árini í fólkaskúlanum hevur verið so góð, og tískil er avgerðin fallin á lærarayrkið.
Tá eg byrjaði á læraraskúlanum, gjørdi eg mær nakrar tankar um, hvør lærari eg fór at verða. Eg hevði sjálvandi eina ímynd av mær sjálvum sum lærara, og samstundis eitt ynski eisini. Eg ynskti, at eg alla tíð skuldi blíva ein blíður, fittur og vinarligur lærari; tó vildi eg eisini hava virðing frá næmingunum. Eg minnist aftur á skúlagongdina hjá mær sjálvum, hvussu stóran týdning hetta hevði fyri meg.

Á Setrinum kendist tað at øgiliga torført at læra seg sjálvan at kenna sum lærara. Tað er ikki fyrr enn nú, tá eg havi starvast sum lærari, at eg eri byrjaður at læra meg sjálvan at kenna.

30 tímar um árið í starvslæru var alt í verðini ov lítið - tað svarar til eitt sindur meir enn eina arbeiðsviku hjá einum lærara, ið arbeiðir fulla tíð. Hvussu skuldi eg læra meg at kenna sum lærara út frá hesi starvslærutíðini? Hvussu skuldi eg læra at undirvísa? Hvussu skuldi eg læra næmingarnar at kenna? Hvussu kundi eg tillaga undirvísing til næmingar, eg ikki kendi? Men tað gekk - alt við góðari vegleiðing frá teimum lærarum, ið arbeiddu har, eg var í starvslæru. Nú, tá eg havi verið í starvi í næstan trý ár, merki eg, at læraraviðføristaskan fyllist, og hvønn dag læri eg meg sjálvan betur at kenna. Tað besta við taskuni er, at hon verður ongantíð full.

Eg loyvi mær at nevna eina av størstu fyrimyndum mínum í lærarayrkinum. Tað er fyrrverandi flokslærari mín, Rannveig Hovgaard. Eg vil gerast ein eins góður, nærlagdur, kreativur, dugnaligur og fittur lærari, sum hon var, og sum fleiri av teimum lærarunum, sum eg havi møtt, frá tí eg fyrstu ferð trein inn um skúlagátt til dagin í dag. Túsund takk til tykkum øll, sum hava verið við at fylla mína læraraviðføristasku.

Tað, at viðføristaskan hvønn dag fyllist, merkir eisini, at eg havi nógv, sum eg kann geva víðari. Eg eri takksamur fyri at hava við tað týdningarmiklasta tilfeingið at gera. Børnini fara altíð at minnast aftur á tíðina, tey hava havt saman við okkum, tí er tað týdningarmikið, at vit sum lærarar geva teimum møguleikan at ferðast, og at vit vegleiða á ferð teirra.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.