Tíðindi

Læraraskúlin, sum var

Í 1989 fór talið av monnum, ið byrjaðu á Læraraskúlanum, fyrstu ferð niður um helvt, og síðan 1999 hevur talið av monnum í miðal ligið um ein fjórðing av teimum lesandi. ​Herálvur Jacobsen, fyrrverandi formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

27.08.2021

Læraraskúlin, sum var

Á vári 1979 vóru vit liðug við læraraútbúgvingina á Føroya Læraraskúla. Vit vóru sjálvandi glað, men kendu eisini eitt sindur av sorgblídni, tí vit vóru ein sera væl samansjóðaður hópur, sum nú skiltist. Vit vóru 27 í tali, 17 menn og 10 kvinnur. Soleiðis var kynsbýtið tá. Vit vóru eisini tey seinastu, sum gingu eftir tí gomlu skipanini, tá miðnámsskúlaprógv ikki var krav fyri upptøku. Hóast eitt fyrireikingarár, so var stórur munur á fakligu fortreytunum, og hvussu búgvin vit vóru. Góð helvtin hevði realskúlaprógv, meðan restin hevði miðnámsskúlaprógv. Tað man mangan hava verið ørkymlandi hjá undirvísarunum at leggja eitt hóskandi støði. Læraraskúlin tá var ein siðbundin skúli. Vit gingu í skúla hvønn dag, og tí vóru vit, sum eg segði, ein sera væl samansjóðaður hópur. Eisini komu vit at kenna tey, sum gingu frammanundan og aftan á okkum tey fimm árini, sum læraraútbúgvingin tá vardi. Tað gav eina kenslu av felagsskapi, og vinarløg, sum vardu. Eg nevni hetta, tí eg ivist í, um læraralesandi og nýútbúnir lærarar í dag kenna tað soleiðis. Lærugreinarnar vóru í stóran mun tær somu sum í einum miðnámsskúla, og sjálvt um vit fingu frálæru í námsfrøði og sálarfrøði, so var útbúgvingin meira fak-faklig heldur enn rættað móti fólkaskúlanum. Heilt ófyrireikað til fólkaskúlan vóru vit tó ikki, tí vit høvdu rættiliga drúgv praktikktíðarskeið, og mestu tíðina høvdu vit eisini sokallaða tímapraktikk á Venjingarskúlanum. Og tað kom væl við.

Sum sagt vóru vit seinasti árgangur eftir gomlu skipanini. Í árganginum, sum kom eftir okkum, høvdu øll miðnámsskúlaprógv. Sjálvur haldi eg, at tað var skilagott. Útgangsstøðið gjørdist javnari, hesi vóru von við lestur og tað eldri og uttan iva meira búgvin enn vit, sum at kalla komu beint úr fólkaskúlanum. Harumframt var útbúgvingarstøðið í samfelagnum sum heild hækkað, og læraraútbúgvingin má fylgja við. Um hesa tíðina byrjaði ein gongd tann vegin, at kynsbýtið líðandi vendist soleiðis, at lærarayrkið, sum upprunaliga var púra mansdominerað, nú fekk yvirvág av kvinnum. Í 1989 fór talið av monnum, ið byrjaðu á Læraraskúlanum, fyrstu ferð niður um helvt, og síðan 1999 hevur talið av monnum í miðal ligið um ein fjórðing av teimum lesandi. Hetta er bara ein staðfesting, og hví so var, er ikki gott at siga. Í dag eru tríggir fjórðingar av lærarunum í fólkaskúlanum kvinnur. Hóast tað verður lærarayrkið ikki umrøtt sum eitt kvinnuyrki, og søguliga er lærarayrkið heldur ikki eitt kvinnuyrki. Í juni í 1969 samtykti danska fólkatingið lóg (Tjenestemandsreformen), sum flokkaði lønirnar hjá almennum yrkisbólkum. Yrki, har kvinnur vóru í meiriluta, t.d. pedagogar og sjúkrarøktarfrøðingar, vóru flokkað lægri enn mansdominerað yrki sum t.d. lærarar og politistar. Lønarlagið var ásett eftir kyni og ikki eftir útbúgvingarstøði. Tað er henda eyðsýnda kynsdiskrimineringin, sum elvir til stríð í dag.

Lærarar kunnu ikki ákalla sær søguligan mismun, og í seinastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum metir ráðið ikki, at nakar vandi er fyri læraratroti framyvir. Man kundi sagt, at lærararhópurin er ikki so áhugaverdur í politiskum høpi. Her lýsa eingi ávaringarljós. Tey flestu eru tó samd um, at eitt javnari kynsbýti hevði verið ynskiligt. Lítið er at ivast í, at tann upprunaliga mansdomineraði lærarahópurin hevur havt óheppin árin á gentur í fólkaskúlanum. Hví eru gentur t.d. eftirbátur, tá tað kemur til tøkniligar og náttúruvísindaligar útbúgvingar av ymsum slag? Eisini í dag, tá tað langt síðani er staðfest, at gentur klára seg eins væl og betur í lærugreinum sum støddfrøði og alisfrøði sum dreingir. Spøkir hugburðurin í danska tænastumannareforminum enn?

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.