Tíðindi

Lærarar úr øllum ríkisfelagsskapinum nema sær eftirútbúgving saman á netinum

Nýggj eftirútbúgving á netinum er fyri allar lærarar í ríkisfelagsskapinum. Undirvísingin á netinum gevur fakligan kunnleika, formurin av undirvísingini gevur praktiskar royndir, sniðið á útbúgvingini gevur fleksibilitet, og tær fyrstu royndirnar úr Grønlandi vísa, at hetta riggar.

26.04.2019

Peter feiar saguspønirnar av borðinum við hondini og tendrar telduna. Øðrumegin á skíggjanum sæst hansara egna arbeiðsborð, og hinumegin síggjast lítlar myndir av næmingum hansara støkka fram; hetta eru lærarar, sum hava valt at taka fakið handverk og myndlist. Malik er innritaður úr Nuuk, har hann arbeiðir sum lærari. Mette, ið eisini er lærari, býr í Århus, og so hava vit  læraran Søren úr Roskilde. Tey taka øll sama fak, sum Peter frá TEO undirvísir í.

Frá politiskari síðu ynskist frá nógvum í ríkisfelagsskapinum, at 95% av fólkaskúlalærarum í 2025 skulu hava linjugrein í teimum fakum, sum lærararnir undirvísa í. Avbjóðingarnar eru stórar á Sælandi fyri at røkka hesum máli. Í nógvum økjum býr lítið av fólki, og nógvar kommunur hava ikki grundarlag fyri at byrja egin eftirútbúgvingarskeið til lærarar í linjugreinunum. Tí hevur Professionshøjskolen Absalon ment eina nýggja eftirútbúgving á netinum, sum kallast TEO.

Í undirvísingartímanum hjá Peter skulu tey arbeiða við at telgja. Videotólið filmar niður á hansara arbeiðsborð, har næmingarnir síggja, hvat Peter ger við hondunum. Peter telgir og videotólið sumar heilt inn, so næmingarnir ordiliga síggja, hvussu hann sker í træið, og hvussu hann heldur í knívinum - teir kunnu næstan lukta træið gjøgnum skíggjan.

TEO - Teacher Education Online - er eitt eftirútbúgvingartilboð, sum er 100% á netinum. Tað er til tín, sum undirvísir í fólkaskúlanum. Gjøgnum TEO kanst tú taka eina linjugrein, sum tú longu undirvísir í, ella eina heilt nýggja linjugrein.

Undirvísingin er skipað soleiðis, at ein partur er undirvísing á netinum, har allir næmingarnir luttaka í senn, meðan hin parturin er einstaklingsbundið arbeiði, sum ikki verður gjørt saman á netinum. Hvønn týsdag seinnapart er undirvísing á netinum fyri holdinum, har næmingarnir innrita á undirvísingarpallin. Hinar dagarnar í vikuni er seinni parturin, sum ikki krevur, at øll eru á samstundis; hetta kann t.d. vera einstaklingauppgávur ella  bólkaarbeiði. Tá kann talan vera um at royna at brúka amboðini í egnari undirvísing ella at loysa ymsar uppgávur. Hesin seinni, sjálvstøðugi parturin av undirvísingini ger, at TEO er ein útbúgving, sum tú sjálv/ur kanst leggja til rættis, eftir nær tú hevur tíð, og kanst tú tí taka útbúgvingina, meðan tú arbeiðir.  

Í smíðstovuni hevur Peter lagt upp til eitt opið kjak um, hvussu ein kann undirvísa børnum í at arbeiða við træi. Næmingarnir koma við dømum úr egnum royndum, og kjakið fær fakdidaktiska góðsku, ið gevur luttakarunum eitt felags yrkismál.

Undirvísingin í TEO er grundað á og ment út frá líknandi undanfarnum e-læringsskeiðum á netinum, sum eru gjørd í Grønlandi. Lektari Peter Danvar Hersted leggur dent á, at eyðkennið við TEO er, at góðskan er líka góð, sum hon er í hansara vanligu undirvísing: “Fremmødeundervisningen bliver bedre af at gøre brug af de didaktiserende oplæg på video som bl.a. kendetegner den online undervisning”. Peter Danvar Hersted er ein av teimum royndu undirvísarunum, ið verður við til at útbúgva lærarar ígjøgnum TEO. 

Eyðkenni við TEO verður tann tætti praktiski undirvísingarhátturin á netinum, ið byggir á eina dialektiska fatan, har teori og praksis møtast.

Per Michael Pedersen, sum skal undirvísa í náttúru og tøkni á TEO, kallar skipanina av undirvísingini ‘hands-on’ og leggur dent á, at næmingarnir á útbúgvingini menna eina undirvísingargongd, sum kann nýtast beinleiðis í teirra dagligu undirvísing heima í Føroyum. Hann nevnir, at styrkin við TEO er, at næmingarnir longu frá fyrsta undirvísingardegi menna sína egnu undirvísing, bæði fakliga og dedaktiskt.

Peter rundar tíman av. Næmingarnir vita longu, hvat tey skulu. Í undirvísingarstovuni á netinum eru tvær teoretiskar videoframløgur lagdar upp, sum tey skulu hyggja at. Harumframt skulu tey brúka venjingarnar frá undirvísingini í praksis, so tey kunnu deila royndir við hvørjum øðrum næsta týsdag. Peter sløkkir telduna og letur saguspønirnar liggja.

TEO - Undirvísing á netinum í linjugreinum

●       Hvørji fak?

○       Í summar bjóða vit hesi fak:

■       Náttúra og tøkni

■       Handverk og myndlist

■       Heimkunnleiki

■       Enskt

■       Kristni og átrúnaður

■       Danskt (4.-10. flokkur)

●       Nær?

○      Byrjanarskeið 8.-9. august, 2019 í Roskilde.

○      Undirvísing á netinum týsdag seinnapart í lestrarhálvuni.

●       Hvussu nógv kostar tað?

○    12.700,- kr. pr. modul

○   Øll undirvísingarfak eru deild upp í trý modul, undantikið danskt, sum er deilt upp í fýra modul.

●       Hvar kann eg lesa meira?

○       www.phabsalon.dk/teo

Signe Veigert og Jonatan Kolding Karnøe skrivaðu. Finn Ferjá og Uni Johannesen týddu.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.