Tíðindi
27.09.2019
Tað ber ikki til bara at útbúgva lærarar í hópatali fyri at sleppa undan læraratrotinum í Danmark, tí lærarastarvið er ikki fremsta valið hjá nógvum nýútbúnum lærarum í Danmark, vísir ein spildurnýggj kanning. Orsøkin er, at lærarar halda, at arbeiðsumstøðurnar eru ikki nóg góðar, og tí er tað fólkaskúlarnir – ikki frískúlarnir – sum verða við sviðusoð.
- Eg lesi til lærara, tí eg brenni fyri at fáa møguleikan at geva børnum fortreytir fyri einum góðum lívi. Tí vil eg helst ikki vera lærari í fólkaskúlanum.
Soleiðis svara nógv, sum verða spurd í stóru kanningini, sum tríggir granskarar á Københavns Professionshøjskoles læreruddannelse hava spurt. Tey, sum eru spurd, eru læraralesandi á síðsta ári.
Kanningin eitur ”Á gáttini at gerast lærari – umráðingar hjá lesandi um komandi arbeiðslívið”. Tað eru 298 av teimum 662 lesandi, sum hava svarað. Tað svarar til 45 prosent. Tey lesandi hava eisini fingið opnar spurningar, har tey hava havt høvi at orða skrivlig svar.
Bara ein fjórðingur svarar greitt, at tey leita eftir arbeiði í fólkaskúlanum, men eins nógv svara, at tey ikki fara at arbeiða í fólkaskúlanum.
Restin hevur ikki gjørt sær greitt, hvat tey vilja.
- Svarini vísa, at fólkaskúlin er ikki tað natúrliga fyrsta valið hjá komandi lærarum. Samstundis er tað áhugavert, at tey ikki velja fólkaskúlan, tí tey halda, at arbeiðsumstøðurnar ikki eru nøktandi, sigur Pia Rose Böwadt, lektari og ph.d, sum er ein av granskarunum, ið hevur staðið fyri kanningini.
Teir tríggir granskararnir halda tað vera áhugavert, hvat liggur aftan fyri hugsanirnar hjá teimum lesandi, hví teir velja og ikki velja eitt starv í fólkaskúlanum.
- Frískúlarnir eru jú til, tí foreldur og lærarar hava rætt til at velja ein skúla út frá hugmyndafrøði. Tað er tí paradoksalt, at tey lesandi velja privat- og frískúlar framum fólkaskúlan orsakað av hugmyndafrøði og grundgeva við ónøktandi arbeiðsumstøðum í fólkaskúlanum, meðan tað øvuta ger seg galdandi fyri tey, sum velja at arbeiða í fólkaskúlanum, sigur Pia Rose Böwadt.
Vanliga eru læraralønirnar hægri í fólkaskúlanum samanborið við frískúlunum; teir tríggir granskararnir hava lagt sær í geyma, at tey lesandi ikki nevna lønina, tá ið tey hugsa um, hvar tey vilja arbeiða.
Henda kanningin er kanska tann síðsta av eini røð av kanningum, sum hevur hugt at, hvørji viðurskifti gera seg galdandi, tá ið fólk velja at lesa til lærara, og hví fleiri velja eitt arbeiði uttan fyri fólkaskúlan. Allar kanningarnar peika í somu ætt. Lærarar hugsa nógv um fakligu og sosialu relatiónirnar við næmingar, men nógv halda, at arbeiðsumstøðurnar gera tað trupult. Í ringasta føri gerast tey sjúk av ikki at kunna liva upp til egnar væntanir.
Kelda: folkeskolen.dk