Tíðindi

Lærarar í tíðaravmarkaðum starvi onga trygd

Tað er ein afturvendandi trupulleiki er, at lærarar í tíðaravmarkaðum starvi eru so ótryggir í sínum starvi. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

29.05.2018

So eru vit aftur har! Lýsingar frá MMR og skúlum kring landið eftir lærarum til føst og tíðaravmarkað størv. Tá vit lesa lýsingarnar, so sær tað út til, at brúk er fyri nógvum lærarum. Ella rættari, at tað, sum nýútbúgvin lærari er lætt at fáa annaðhvørt fast ella tíðaravmarkað starv. Hetta er ikki altíð rætti veruleikin. Fleiri skúlar hava nógvar lærarar í tíðaravmarkaðum starvi, og á summum skúlum arbeiða eisini útbúnir lærarar sum vikarar.

Eitt av mínum hjartamálum sum limur í nevnd Føroya Lærarafelags eru viðurskiftini hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi. Vit fara helst altíð at eiga fleiri tíðaravmarkað størv í skúlunum, enn tey fáu størvini, sum eru vegna avlopstímar. Tað eru eisini lærarar í farloyvi, og teir, ið arbeiða niðursetta tíð, gera, at aðrir lærarar arbeiða tíðaravmarkað.

Sjálv havi ynskt at arbeiða niðursetta tíð av persónligum ávum. Eg havi hoyrt onkran lærara nevnt, at tað kanska ikki er rætt at arbeiða niðursett, tí so arbeiða hini tíðaravmarkað. Soleiðis síggi eg tað ikki heilt; um eg arbeiði fulla tíð, so eru ikki mínir ”avlopstímar” til onkran annan. Soleiðis hugsa vit so ymiskt, og tað er sjálvandi gott.

Tað, sum eg afturímóti haldi vera ein afturvendandi trupulleiki er, at lærarar í tíðaravmarkaðum starvi eru so ótryggir í sínum starvi. Teir hava framvegis onga trygd fyri at hava starv eftir summarferiuna. Teir mugu søkja sítt starv á hvørjum ári, og tað er ongin loyna, at hetta hevur tyngjandi ávirkan á læraran, men hetta hevur eisini neiliga ávirkan á okkum starvsfelagar, næmingar og foreldur.

Eg nokti at góðtaka, at onki kann gerast við hesar ónøktandi umstøður. Ja, vit kunnu skjótt staðfesta, at soleiðis er, men tað má bera til at gera eina lýsing, arbeiðssetning, eitt ella annað, sum sigur, at lærari, ið hevur verið settur í tíðaravmarkað starvi meiri enn einaferð á sama skúla, verður settur aftur í starv, um rúm er fyri tí í tímajáttanini. Sjálvandi skal ein lærari í tíðaravmarkaðum starvi ikki verða noyddur at søkja starv á sama skúla fleiri ferðir. Á flest øllum arbeiðsplássum eru fólk í arbeiði, um arbeiði er! Fólk eru ikki í iva um, hvørt tey sleppa aftur til arbeiðis ella ikki.

Tað er ikki sami framferðarháttur á øllum skúlum, men tað eigur og má bera til at gera hetta tryggari hjá lærarunum. Hjá mær er ongin ivi. Hetta er eitt av málunum eg fari at taka upp í nevdini, við MMR og har eg annars haldi hetta vera viðkomandi.  


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.