Tíðindi

Lærarar vita lítið og einki um autismu

Skúlin er líka umráðandi fyri børn við autismu, sum fyri onnur børn, og tað er eisini líka umráðandi fyri børn við autismu at kenna, at tey hoyra til ein felagsskap sum fyri onnur børn. Upplivir barnið, at tað ikki er partur av sosiala felagsskapinum, kann tað ganga út yvir tað fakliga, eisini hjá børnum við autismu. Tí er vantandi vitanin hjá lærarum um autismu eitt vandamál, sum nakað má gerast við. Tað heldur Heidi Aagaard, forkvinna í Autismufelagnum.

26.02.2018

Vantandi vitanin um autismu vísir seg eitt nú við, at lærarar siga seg ikki vita, hvussu teir kunnu hjálpa næmingum við autismu.

“Vit vita ikki, hvat vit skulu gera við sovorðin børn.”

“Hann sær ikki út til at hava autismu.”

“Vita tit, hvussu strævin, tey eru?”

“Vit orka tey ikki.”

“Skulu vit eisini taka okkum av teimum?”

“Vit hava nokk, vit kunnu ikki taka okkum av teimum eisini.”

Foreldur, sum hava børn við autismu, mugu leggja oyra til mangar løgnar útsagnir, og sumt, ið sagt verður, er ikki sørt sárandi, sigur forkvinnan í Autismufelagnum.

- At vitanin um autismu er so lítil í skúlanum, kann elva til stórar trupulleikar hjá teimum børnum, sum hava autismu. Børnini kunnu hava øgiligar avbjóðingar við bara at vera til; var kunnleikin til staðar, skal mangan so lítið til fyri at barnið fær røttu hjálpina. Tað kann snúgva seg um smálutir; barnið tolir kanska ikki luktin av matpakkanum hjá næminginum, sum situr undir liðini á tí, ella tað tolir ikki onkran ávana, sum lærarin hevur, til dømis um viðkomandi klikkir við penninum. Barnið dugir ikki at siga frá og fer tí í staðin at bera seg løgið at, ella tað trekkir seg inn í seg sjálvt, tí tað tolir ikki umstøðurnar rundan um seg. Hevur lærarin fakliga vitan um autismu, kann hann spora seg inn á, hví barnið reagerar øðrvísi. Tú kanst ikki bara spyrja eitt barn við autismu, hvat er galið, tí tað kann hava ilt við at svara fyri seg.

Mangan snýr tað seg um, at skúlin aftrar seg við at loyva børnum við autismu serligar umstøður, og tað hevur forkvinnan í Autismufelagnum ilt við at skilja.

- Tað kann vera eitt barn, sum ikki tolir ruðuleikan, sum kann vera í sambandi við, tá serlig tiltøk eru, at eitt barn ikki vil svimja, tá flokkurin hevur ítrótt, at eitt barn ikki tolir alt rokið, ið er í jólastákanini, og at eitt barn ikki tolir at vera úti í fríkorterinum. Tá snýr tað seg um at loyva hesum børnum at sleppa undan, men vit uppliva, at tað vilja lærarar mangan ikki við teirri grundgeving, at so vilja aðrir næmingar eisini sleppa undan. Tað er bara ikki nóg góð grundgeving, halda vit, tí hinir næmingarnir skilja, at næmingar við autismu tørvar serligar umstøður. Hetta snýr seg um næmingalagaða undirvísing, og at læra børn at rúma, at summi hava serligan tørv, sum krevur serligar umstøður. Hinir næmingarnir hava ikki trupulleikar av, at nøkur fáa serligar umstøður, men summir lærarar hava. Viljin til at finna loysnir vantar mangan manga staðni. Tá tað er sagt, so eru tað eisini lærarar, veruligar eldsálir, sum leggja nógv fyri at skapa bestu umstøður fyri næmingar við autismu. Teir kunnu gera allan munin, upp á gott og ringt.

Les samrøðu við Heidi Aagaard, forkvinnu í Autismufelagnum, í Skúlablað nr 1, 2018.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.