Tíðindi

Lærarar taka væl ímóti eftirmetingartilfarinum

- Lærarar eru spentir at fara undir at brúka tilfarið, tí teir síggja, at tað gagnar næmingunum og ikki minst undirvísingini, siga Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, ið hava ment slóðbrótandi eftirmetingartilfar til fyrstu undirvísingina

07.01.2019

Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava havt fleiri skeið í eftirmetingartilfarinum, tey hava gjørt til fyrstu undirvísingina, og fleiri skeið eru á skránni. Tað er umráðandi, at lærarar hava góða kunning um tilfarið, og at teir seta seg væl inn í tað, áðrenn tað verður brúkt.

- Tað er sera umráðandi at seta seg inn í, hvussu tilfarið er ætlað. Hóast førleikastovan umsitur testirnar, so er tað avgerandi, at lærarin er við í testtøkunum og skilir tað, sum testin hjá hvørjum einstøkum næmingi vísir; annars fær hann ikki hjálpt næminginum, siga Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen.

Tað er eisini umráðandi, at næmingarnir fáa eina frágreiðing um testirnar, áðrenn tær verða tiknar.

- Næmingarnir eru ógvuliga hugaðir og positivir, og sum heild tíma teir væl slíkar testir. Tað er umráðandi, at teir fáa góða kunning um testirnar, og hvat tað er, vit testa; til dømis viðvíkjandi stavitestunum verður sagt, at næmingarnir skulu gera sítt besta, og hóast teir kanska bara duga eitt sindur, so skulu teir skriva tað, teir duga, tí vit vilja síggja, hvat teir duga, og hvat teir ikki duga, soleiðis at vit kunnu hjálpa teimum. Lærarin, sum vanliga hevur næmingarnar, er hjástaddur, meðan testirnar verða gjørdar, og tað er hann, sum lesur upp. Sostatt eru karmarnir kendir. Tað skulu helst ikki vera fleiri enn 10-12 børn í senn, tí tað er umráðandi, at tað er góður friður.

Í læraravegleiðingini til eftirmetingartilfarið er góð kunning um, hvussu tilfarið eigur at verða nýtt, nær tað eigur at verða nýtt, og ikki minst, hvussu úrslitini hjá næmingunum í ymsu testunum eiga at verða lisin, og hvussu tey eiga at verða tulkað. Somuleiðis eru góðar tilráðingar og hugskot um, hvussu lærararnir kunnu hjálpa næmingunum á leið við teimum avbjóðingunum, teir hava, hvussu teir kunnu fáa næmingarnar at lesa rætt og fáa ferðina upp. Somuleiðis eru neyvar frágreiðingar um vanligar avbjóðingar, sum næmingar hava í tilgongdini at læra at lesa; ymiskar frágreiðingar til ymiskar avbjóðingar, eisini til teirra, sum hava stórar avbjóðingar.

Úrslitini í testunum verða lisin inn í eina skipan, sum eitur kervi.fo. Førleikastovnurnar, lærarin hjá flokkinum og leiðslan í skúlanum hava atgongd til úrslitini hjá næmingunum, tey varða av. Tað ber ikki til at síggja úrslit hjá næmingum í øðrum flokkum og skúlum.

Eftirmetingartilfarið er ein røð av testum til fyrsta og annan flokk, sum hava til endamáls at kanna, hvussu væl næmingurin kennir bókstavirnar, og hvussu hann er fyri í lesing og staving. Í januar-februar í fyrsta flokki verða næmingarnir testaðir í, hvussu væl teir kenna stóru og smáu bókstavirnar, umframt í at finna fyrsta ljóð og bókstav í orðum og at lesa ljóðrøtt orð. Í mars-apríl skulu tey skriva smáu bókstavirnar, í mai-juni skulu tey lesa orð, stava vanlig orð og tvætliorð. Í januar-februar í øðrum flokki skulu tey lesa orð, skriva vanlig orð og tvætliorð og í mai-juni skulu tey lesa setningar, skriva vanlig orð og setningar. Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava arbeitt í 6 ár við eftirmetingartilfarinum, og 6000 testtøkur eru grundarlagið í arbeiðinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.