Tíðindi

Lærarar og stuðlar á ráðstevnu

Saman flyta vit fjøll er heitið á ráðstevnu, sum NFSP skipar fyri í Føroyum í døgunum 25.-27. apríl. Undirvísingarstýrið bjóðar 110 starvsfólkum í fólkaskúlanum á ráðstevnu. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

22.01.2019

Nú er alt komið upp á pláss. Fyrireikingarbólkurin hevur havt nógvar ymiskar uppgávur, ið vit nú fegnast um, eru komnar á mál.  Serliga fegin eru vit um, at Undirvísingarstýrið hevur víst ein positivan vilja til at stuðla okkum. Vit og Undirvísingarstýrið halda, at tað er týdningarmikið, at lærarar sleppa á ráðstevnu. Tað hevur verið ein heldur tungur burður at fáa alt upp á pláss, og tí kemur innbjóðingin heldur seint, men heldur seint enn ongantíð. Av tí sama hava vit longt tilmeldingarfreistina til 02. mars 2019, og ikki 02. februar, sum stendur á heimasíðuni og í faldaranum.

Tað er av alstórum týdningi, at lærarar og stuðlar fara á ráðstevnur, ið hava við børn, ung og undirvísing at gera. Henda ráðstevnan er ætlað júst hesum málbólkinum. Av tí, at NFSP er ein norðurlendskur felagskapur, hevur nevndin lagt okkum lag á, og víst okkum á góðar norðurlendskar fyrilestrarhaldarar, ið eru viðkomandi fyri okkara yvirskrift, ið er “Saman flyta vit fjøll”. Tað er týdningarmikið, at vit vísa á, at tað er nógv, ið kann gerast, tá fleiri eru um at loysa ta stóru uppgávu, tað er at undirvísa og at hava við børn-ung at gera.

Vit í fyrireikingarbólkinum hava síðan heitt á føroyskar fyrilestrarhaldarar, ið vit meta eisini hóska til yvirskriftina, og hevur hetta gingið serstakliga væl.

Øll hesi, ið vit fara at hoyra meira til, hava víst vælvild bæði føroyingar og útlendingar. Tað hevur als ikki verið ein trupulleiki at fingið fólk at luttaka, og tað hevur bara gjørt arbeiði meiri spennandi.

Henda ráðstevnan er ikki bert fyri okkum føroyingar. Tað verður lýst við henni í Norðurlondum, og tað hevur gingist væl at fingið teir hendavegin. Tí verður eisini høvi at fáa eitt prát við onkran úr grannalondunum, um hvussu tey gera. Serliga finnar hava víst ráðstevnuni áhuga. Tað haldi eg er sera spennandi, tí Finnland verður altíð nevnt sum eitt land við góðum úrslitum. Nú hava vit høvi at spyrja tey, ið eru á gólvinum, um so er og hví so er.

Tá Føroya Lararafelag var á ferð kring landið, høvdu vit faldaran við, so vónandi er hann komin víða um. Hann liggur eisini á heimasíðuni www.nfsp-konferencen.com  (niðast á forsíðuni)

Lærarar, ið ynskja at koma á ráðstevnu, mugu tekna seg umvegis leiðsluna. Undirvísingarstýrið bjóðar 110 starvsfólkum í fólkaskúlanum á ráðstevnu, so vónandi møta vit fjølment.

Meira verður at lesa um ráðstevnuna í Skúlablaðnum, ið kemur út 22. februar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.