Tíðindi

Lærarar møtast á økisfundum í næstum

Mánadagin verður fyrsti økisfundurin av sjey.

16.02.2024

Føroya Lærarafelag skipar fyri økisfundum fyri limirnar í felagnum í vetur. Fyrsti økisfundurin er í skúlanum á Sandi nú mánadagin 19. februar kl. 14.30. Fundirnir eru í tveir tímar íroknað kaffisteðg. Umboð fyri Betri Pensjón eru við á fundinum.

Skráin fyri fundirnar er tann, at Betri Pensjón leggur fram um tryggingar, pensjón og íløgur, Føroya Lærarafelag um samlagstryggingina og uppskot til dagføring, og at enda greiðir umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags um útgávur og virksemi annars. Eftir kaffisteðg verður greitt frá semjuni, sum var undirskrivað millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í desember. Somuleiðis verður kunnað um málið við lokaupphæddini, um vetrarfrí og arbeiðsdagar umframt um samhugaverkfallið, sum var í fjør í sambandi við drúgva verkfallið hjá Sjúkrarøktarfrøðifelagnum.

Lærarar hava høvi at viðmerkja, seta spurningar og vera við í orðaskifti. Tað ber eisini til hjá lærarum at fáa svar upp á ymsar spurningar í steðginum og eftir fundin. Limir eru vælkomnir at taka ársyvirlitið frá Betri Pensjón við og somuleiðis virksemisætlan, lønarseðil, setanarbræv og annað.

Økisfundirnir eru settir at vera hesar dagar:

Í Sandoynni 19. februar klokkan 14.30 í Sands skúla.

Í Vágum 20. februar klokkan 14.30 í Sørvágs skúla.

Í Norðstreymoy og Sundalagnum 22. februar klokkan 15.00 í Skúlanum við Streymin.

Í Eysturoynni 26. februar klokkan 15.00 í Tofta skúla.

Í Norðoyggjum 27. februar klokkan 15.00 á Skúlatrøð.

Í Suðurstreymoy og Nólsoy 29. februar klokkan 15.00 í Hoyvíkar skúla.

Í Suðuroy 15. mars klokkan 14.00. Staðsetingin verður kunngjørd seinni.

Føroya Lærarafelag vónar, at limir felagsins møta fjølmentir.

Savnsmynd av Sands skúla, har fyrsti fundurin verður.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.