Tíðindi

Lærarar eiga at fáa eftirútbúgving í at undirvísa tilflytaranæmingum

- Tað er umráðandi, at lærarar fáa førleikar at undirvísa næmingum, sum hava annaðmál enn føroyskt, sigur Hallfríð H. í Hjøllum, lærari

10.10.2017

Í skúlaverkinum er ongin yvirskipað ætlan, ið vísir, hvussu næmingar við føroyskum sum annaðmál skulu ogna sær neyðugu førleikarnar, so sum at læra føroyskt. Hallfríð H. í Hjøllum, lærari, heldur, at tað átti at verið ein slík ætlan. Í fjør skrivaði hon ritgerð á Námsvísindadeildini um tilflytarar í fólkaskúlanum, har føroyskt er annaðmálið. Flestu lærarar viðurkenna, at tað er skúlans uppgáva at menna málsligu, fakligu, sosialu og mentanarligu førleikarnar hjá fleirmæltu næmingunum, kemur fram í spurnakanningini, sum Hallfríð gjørdi í sambandi við ritgerðina.
- Av tí, at skúlin er fyri øll, hevur skúlin ábyrgd av at menna hesar førleikar, halda lærarar; teir vísa á, at foreldur og foreldrasamstarv hava stóran týdning fyri, at næmingarnir kunnu menna hesar førleikar. Samstundis siga lærararnir, at skúlin hevur hvørki orku ella førleikar at taka ímóti hesum næmingunum. Teir sakna eina yvirskipaða ætlan, og teir mangla tilfar. Eitt boð úr kanningini er, at næmingarnir verða koyrdir í ein móttøkuflokk og fáa intensiva undirvísing í máli og mentan. Fleiri vísa eisini á, at hetta er eitt mál fyri Mentamálaráðið at loysa.

Tað er umráðandi, at lærararnir fáa førleikar at undirvísa næmingum, sum hava annaðmál enn føroyskt.
- Eg sigi ikki, at skúlin ikki dugir at undirvísa fleirmæltum næmingum, men heldur, at tað kann elva til misskiljingar og frustratiónir. Tí hóast tað kann verða ein avbjóðing at undirvísa í einum flokki, har tað einans verður tosað føroyskt, so er tað hetta, ið lærarar eru útbúnir til, og tí megna teir at taka av hesi avbjóðing. Sum er, er onki tilboð til lærarar í fólkaskúlanum at útbúgva seg innan hetta økið í Føroyum. Tí skuldi eftirútbúgving verið ein møguleiki, ella hetta skuldi verið ein linjulærugrein á læraraskúlanum.

Tað eru nógvir næmingar í fólkaskúlanum, ið hava føroyskt sum annaðmál, og talið á hesum næmingum er vaksandi; tí er neyðugt við eini yvirskipaðari ætlan, soleiðis at vit røkka hesum næmingum best.
- Vit hava, sum samfelag, valt at taka ímóti fólki við øðrum etniskum uppruna, so tí mugu vit eisini hava nakað at bjóða teimum, tá tey koma til Føroya. Tó er ikki neyðugt at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum; vit kunnu hyggja at, hvussu grannalondini hjá okkum, eitt nú Danmark og Ísland, gera. Vit kunnu hyggja eftir teirra skipanum og síggja, hvussu hetta hevur eydnast teimum og fáa íblástur til at menna egna skipan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni