Tíðindi

Læraralesandi í Danmark savnað í felag

LÆRA er heitið á lestrarfelagnum hjá føroysum læraralesandi í Danmark. – Okkara endamál er at samansjóða læraralesandi í Danmark, at skapa samanhald við tiltøkum og at vegleiða tey, ið hava spurningar víðvíkjandi lesnaðinum, um tørvur er á tí, sigur Marita Johannesen, sum er forkvinna í LÆRA.

25.11.2020

Síðst í 2018 bleiv eitt nýtt lestrarfelag fyri føroysk læraralesandi í Danmark sett á stovn. Navnið á lestrarfelagnum er LÆRA, og í felagnum virka limirnir fyri at samansjóða læraralesandi føroyingar í Danmark bæði fakliga og sosialt.

– Okkara endamál er at samansjóða læraralesandi í Danmark, at skapa samanhald við tiltøkum og at vegleiða tey, ið hava spurningar víðvíkjandi lesnaðinum, um tørvur er á tí, sigur Marita Johannesen, sum er forkvinna í LÆRA.

Síðan felagið varð sett á stovn, hevur LÆRA verið við til at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri lesandi bæði í Danmark og í Føroyum.

– Vit arbeiða nógv saman við lestrarfelagnum hjá pedagoglesandi, PLÚ, tá ið vit eru innan fyri tað sama arbeiðsøkið. Vit hava havt tiltøk í Føroyum, har útlærdir lærarar og námsfrøðingar hava verið við og greitt frá sínum arbeiði, til dømis um serflokkin á Miðnámi á Kambsdali. Eisini hava vit og PLÚ skipað fyri tiltøkum á Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn, har vit hava samlað øll frá Københavns Professionshøjskole, tá ið skúlaøkini Metropol og Carlsberg vórðu løgd saman í fjør, fortelur Marita Johannesen. 

Tað var núverandi forkvinnan, Marita Johannesen, sum tók stig til at stovna eitt lestrarfelag fyri føroyingar, sum lesa til lærara í Danmark.

Tað eru fleiri orsøkir til, at føroyingar velja at fara til Danmarkar at nema sær útbúgving sum lærari í staðin fyri at lesa á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í Havn, sum meginparturin av føroyskum læraralesandi ger. Ein av orsøkunum er, at tey vilja royna okkurt nýtt og fáa royndir aðrastaðni frá enn úr Føroyum. 

– Felagsnevnarin hjá føroyingunum, ið fara til Danmarkar at lesa til lærara, er, at vit gjarna vilja royna eitt annað umhvørvi, tí at Danmark er eitt heilt øðrvísi land enn Føroyar. Her eru aðrir møguleikar og nýggjar avbjóðingar, sum eru bæði spennandi og mennandi fyri okkum, sigur Marita Johannesen, sum væntar, at fleiri av teimum núverandi læraralesandi í Danmark vera at síggja í skúlunum í Føroyum í framtíðini.

– Tey flestu av okkum ætla helst heim aftur til Føroya eftir loknan lestur, og tí er tað ein góður møguleiki at koma til Danmarkar at uppliva eina aðra mentan og eitt annað skúlaumhvørvi, áðrenn tú fert heim aftur til oyggjarnar, sigur hon.  

Les alla greinina í Skúlablaðnum 5, 2020

Felagsmynd:

Nevndin í LÆRA – frá vinstru: Elsa Pállson Joensen, Vár Fróðadóttir Lamhauge, Marita Johannesen og Unnur Egilsnes Hansen. Gudrun Restorff Olsen manglar á myndini.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.