Tíðindi

Lærarafelagið verður lopið um

Lærarafelagið eigur at vera við í øllum nevndum, stýrum, ráðum og arbeiðsbólkum, sum verða settir, har evnið er fólkaskúlin ella starvsfólk í fólkaskúlanum, heldur Føroya Lærarafelag

02.01.2020

Nær eigur Føroya Lærarafelag at verða hoyrt? Spyrja vit formannin í Føroya Lærarafelagið eigur felagið altíð at hava eitt umboð í nevndum, arbeiðsbólkum og ráðum, sum arbeiða við fólkaskúlamálum, og felagið eigur altíð at vera hoyringarpartur, tá ið kunngerðir, rundskriv, lógir og annað viðvíkjandi fólkaskúlanum verða gjørd. Veruleikin er bara, at soleiðis er ikki altíð. Í teimum síðstu tveimum fólkaskúlaráðunum hevur Lærarafelagið ikki havt umboð, og nevndir og arbeiðsbólkar eru sett av í Mentamálaráðnum og Undirvísingarstýrinum og arbeiða við fólkaskúlamálum, uttan at umboð fyri Lærarafelagið er við. Hetta er margháttligt, heldur formaður Føroya Lærarafelags.

- Lærarafelagið eigur at vera við í øllum nevndum, stýrum, ráðum og arbeiðsbólkum, sum verða settir, har evnið er fólkaskúlin ella starvsfólk í fólkaskúlanum. Felagið er áhugað í øllum viðurskiftum, sum hava við menning av skúlanum at gera. Skal fólkaskúlaráðið geva landsstýrisfólkinum ráð um eitthvørt, sum hevur við fólkaskúlan at gera, so hava vit nógvar tankar; skulu broytingar gerast, er gott, um vit fáa høvi at siga, hvørjar tankar vit hava, umframt er gott hjá okkum at vita, hvørjar tankar onnur hava, og at vit eru kunnað um tær broytingar og tillagingar, soleiðis at vit kunnu hava hetta við í okkara arbeiði. Tað eigur at vera áhugin hjá Undirvísingarstýrinum, Mentamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og polikarum, at tey, sum arbeiða í fólkaskúlanum, arbeiða undir skipaðum viðurskiftum, og at hetta tekur støði í skúlanum. Vit hava samband við lærarafeløg uttanlands og vita tí, hvat rørir seg har; hetta kann vera góður íblástur hjá okkum. Eisini hava vit gott samband við lærarar, skúlaleiðslur og læraraútbúgvingina, eisini politikarar, sum hava áhuga í skúlanum, og tað ger, at vit altíð eru við so ella so í skúlapolitiskum práti, sum er gagnligt í øllum arbeiði hjá myndugleikunum. Vit kunnu á nógvan hátt vera serkøna røddin umframt millumlið. Í øllum førum er okkara rødd umráðandi at hava við.

Tað var ikki gamalt, at Lærarafelagið varð lopið um; hetta hevur verið ein gongd í nøkur ár, og formaður Føroya Lærarafelag veit ikki, hví hetta er komið í.

- Gongdin hevur verið tann, at Lærarafelagið hevur ikki fingið allar kunngerðir og annað til hoyringar og rundskriv til kunningar;  umframt at vit ikki eru við í øllum ráðum og bólkum, sum Mentamálaráðið setir. Avleiðingarnar eru, at kunngerðir og annað verða sett í gildi, sum ikki samsvara avtalur og semjur, sum eru gjørdar, og tí mugu tillagingar gerast seinni; hetta er ein keðiligur arbeiðsháttur. Í sambandi við aðalorðaskiftið um fólkaskúlan, sum var á heysti 2018, var frágreiðing gjørd, sum Lærarafelagið ikki var við til at gera, og tí var sumt, sum var týdningarmikið, ikki við. Vit eru heldur ikki við í arbeiðsbólki, sum ger frágreiðing um, hvussu næmingar við øðrum upprunamáli enn føroyskum kunnu verða integreraðir og inkluderaðir í fólkaskúlanum. Vit leggja ikki á nakran hátt fótonglar ella veto, hinvegin hava vit sjónarmið, sum kunnu leggja aftrat hinum. Breiðari eitt ráð er samansett, betri kunnu tilmælini verða.

Sambært fólkaskúlalógini skal fólkaskúlaráð veljast triðja hvørt ár; veruleikin er, at tað altíð dregur út at velja fólk í fólkaskúlaráðið. Seinast fólkaskúlaráð var sett, var í juni 2015; ráðið átti eftir røttum at verið nýskipað fyri góðum ári síðan, men tað er ikki gjørt enn.

- Fólkaskúlaráðið hevur ov lága raðfesting hjá øllum landsstýrisfólkum í skúlamálum. Vónandi kann landsstýrisfólkið, sum nú situr, syrgja fyri, at øll viðurskifti, sum hava við fólkaskúlan at gera, eru væl skipað. Tá ið fólkaskúlaráð verður sett, eigur at verða hugt at, hvør eigur at manna tað, hvør hevur førleika, hvør hevur áhuga og so framvegis; tað eigur at verða breitt samansett, og Lærarafelagið eigur at vera partur av tí sum røddin, ið varðar av teimum, sum starvast í fólkaskúlanum, umframt at okkara uppgáva eisini er at virka við til at menna fólkaskúlan.

Lærarafelagið, Undirvísingastýrið og Mentamálaráðið hava eitt samstarvsráð, sum leingi hevur verið óvirkið. Nú er gongd við at koma í aftur; endamálið hjá ráðnum er, at partarnir hittast eina ferð um mánaðin at røða um mál viðvíkjandi fólkaskúlanum og viðgera øll mál, sum eru týdningarmikil fyri tey, sum arbeiða í fólkaskúlanum. Í ráðnum sita formaður, næstformaður og løgfrøðingur Lærarafelagsins umframt undirvísingarleiðari og løgfrøðingur í Mentamálaráðnum og umboð fyri Undirvísingarstýrið.

- Okkara vón er, at samstarvsráðið nú fæst at virka við mánaðarligum fundum, soleiðis at vit kunnu seta út í kortið fyri fólkaskúlan og sleppa undan misskiljingum, sum vit mangan renna okkum í, tí vit ikki verða hoyrd ella kunnað. Misskiljingarnar taka tíð og orku hjá øllum pørtum, so gott hevði verið, um vit kunnu koma teimum til lívs við einum betri sambandi millum partarnar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.