Tíðindi
28.06.2017
Skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum er lýst leyst at søkja fyri aðru ferð, hóast 10 umsøkjarar vóru til starvið við fyrstu umbering. Tað kemur fyri av og á, at myndugleikar lýsa almenn størv av nýggjum, tá ov fáir umsøkjarar eru. At lýsa skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum leyst av nýggjum, tá 10 umsøkjarar eru, kann ikki sigast av vera annað enn sera óvanligt og undrunarvert. Lærarafelagið og nógvir limir okkara standa spyrjandi, hvat er veruliga orsøkin til, at søkt verður av nýggjum?
Sambært vanligum reglum eigur fyrisitingin at umhugsa endurlýsing, tá bert ein ella heilt fáir umsøkjarar eru. Eisini eigur fyrisitingin at umhugsa, um tað veruliga verða fleiri umsøkjarar við næsta lýsingarumfar. Næsta lýsingarumfar eigur tá at verða í einum størri lýsingarframtaki enn fyrru ferðina. Somuleiðis eigur tað at verða nevnt í lýsingingini í næsta umfarinum, at fyrru umsøkjararnir framvegis eru á við í viðgerðini, um teir annars ikki sjálvir taka umsóknina aftur. So at siga ongar av hesum ávísingum ella treytum eru uppfyltar í sambandi við endurlýsingina av skúlastjórastarvinum á Fløtum.
Grundgevingin hjá Mentamálaráðnum fyri at søkja av nýggjum er, at ráðið ynskir fleiri skikkaðar umsøkjarar. Hetta kann tykjast sum tokutala. 10 umsøkjarar hava lisið lýsingina. Teir lúka helst settu setanartreytirnar og eru skikkaðir. Tí hava teir søkt. Umsøkjaratalið er so stórt, at tað neyvan hevur verið størri í sambandi við nakra aðra skúlastjórasetan seinastu nógvu árini. Hvussu skulu verandi umsøkjarar kenna seg í hesum spælinum? Teirra kensla er helst, at eg eri ikki nóg væl skikkað/ur til starvið. Tí verður søkt av nýggjum. Ein heldur løgin kensla, sum allir 10 umsøkjaranir nú sita við.
Aðrar grundgevingar kunnu vera, at Mentamálaráðið í seinastu løtu hevur funnið annan betri skikkaðan umsøkjara, og tí hevur valt at lýsa av nýggjum fyri at formalisera valið. Viðmerkjast skal, at henda útsøgnin er gitingar ella kanska rættari sagt illgitingar, sum ikki hevur hald í nøkrum ítøkiligum veruleika. Vit skulu eisini gera vart við, at Lærarafelagið av góðum grundum ikki hevur kunnleika til navnið á nøkrum verandi ella komandi umsøkjarara. Vit undrast bert á mannagongdina í málinum. Endurlýsing við 10 umsøkjarum er óvanlig fyrisitingarlig mannagongd